Tveir U18-landsdystir um vikuskiftið

Um vikuskiftið skal føroyska U18-landsliðið hjá dreingjum spæla tveir landsdystir ímóti íslendska unglingalandsliðnum. Fyri bæði londini er talan um fyrireikingardystir til komandi U18 EM-endaspælið, sum verður í august

Kristian Waag Dam
22. juli 2022 kl. 12:00

Um vikuskiftið skal føroyska U18-landsliðið hjá dreingjum spæla tveir landsdystir ímóti íslendska unglingalandsliðnum. Dystirnir verða leiktir leygardag og sunnudag klokkan 15. Báðir dystirnir verða leiktir í Hoyvíkshøllini.

Fyri bæði londini er talan um fyrireikingardystir til komandi U18 EM-endaspælið, sum verður í Podgorica í Montenegro í døgunum 4. august til 14. august. Í fyrstu atløgu møta føroysku dreingirnir Svøríki, Spania og Fraklandi í bólkaspælinum.

Sambært Hondbóltssamband Føroya, so er tað ilt at meta um styrkina hjá móttstøðuliðunum, tí hetta er fyrsta altjóða kappingin hjá hesum árganginum, sum ikki kundi spæla kappingar í fjør vegna korona. Tó er talan um hondbóltstjóðir, sum altíð eru við í toppinum, so talan er helst um ein sera sterkan bólk.

Um ein vil hava ein forsmakk uppá komandi U18 EM-endaspælið, so ber til at hyggja eftir dystinum ókeypis í Hoyvíkshøllini. Eisini ber til at stroyma dystirnar á beinleiðis á live.hsf.fo.

Leys Størv