Tvey ervi, eina minniskonsert og so eitt brúdleyp

Seinastu gott og væl 16 árini hevur Makrel ikki spælt nakra konsert – tó so, so hevur bólkurin spælt til nøkur ervi, eina minniskonsert og so til eitt brúdleyp. Men seinasta leygarkvøld hevði tónleikabólkurin almenna konsert í Reinsarínum, har eisini eitt nýtt lag varð spælt

– Vit hava ikki eins nógva tíð at venja nú, eins og vit høvdu fyrr. Tá vit spældu tónleik fyri 20 árum síðan, so vandu vit fast tvær ferðir um vikuna, mánadag og hósdag frá klokkan sjey til 23 á kvøldi, men skuldu vit spæla konsert okkurt vikuskifti, so vandu vit tríggjar-fýra ferðir um vikuna, fýra tímar hvørja ferð, greiðir Rólant av Reyni, limur í Makrel, frá (Mynd: Sigurjón Einarsson)
Sigurjón Einarsson
8. oktober 2022 kl. 14:45

– Tað er eins og við filminum “Four weddings and a Funeral”, men hjá okkum í Makrel hevur tað meira verið meira sum “Four Funerals and a Wedding”, tí satt at siga, so hava vit tey seinastu árini bert spælt til tvey ervi, eina minniskonsert og so til eitt brúdleyp, men tey blivu skild árið eftir, so tað var ikki serliga forever and beyond hjá hasum hjúnunum.

Tað sigur Hergeir Staksberg, ein av limunum í tónleikabólkinum Makrel, sum hevði sína stórheitstíð um aldarskiftið, um tær fáu konsertirnar, ið tónleikabólkurin hevur hildið seinastu árini.

Men seinasta leygarkvøld hevði tónleikabólkurin sína fyrstu almennu konsert í gott og væl 16 ár í Reinsarínum, har eisini eitt nýtt lag varð spælt.

Í blaðnum hesa ferð er samrøða við tveir av limunum í Makrel.