

Fyrrapartin í gjár varð ringt til løgregluna av tveimum matstovum í miðbýnum í Havn at melda, at innbrot hevði verið har um náttina.
Talan var um matstovina, Haps, sum er í Klubbanum og matstovuna, Etika, á Áarvegnum. Í øðrum førum varð ein rútur brotin fyri at sleppa inn, og í hinum førinum varð ein hurð brotin upp.
Løgreglan sigur, at vakmyndatól eru á báðum matstovunum og tað var skjótt at tey fingu illgruna til ávís fólk.
Seinni í gjár vórðu tvey fólk tikin og skuldsett fyri bæði innbrotini. Annað fólkið hevur játtað seg sekan. Tey vóru ikki edrú og løgreglan hevur tey á støðini enn og tey fara at halda fram við avhoyringunum.
Tað, sum tey hava stolið, er nakað av rúsdrekka og peningin í kassanum, tilsamans nakrar túsund krónur. Løgreglan sigur, at tað mesta av tjóvagóðsinum er komið aftur íaftur.