Tvey harðskapsmál frá vikuskiftinum

Løgreglan hevur fingið tvær fráboðanir um harðskap í vikuskiftinum, og farið verður nú undir at kanna tilburðirnar

Steinar Patursson
21. mars 2023 kl. 09:21

Løgreglan fekk í gjár tvær fráboðanir um harðskap frá vikuskiftinum.

Onnur fráboðanin snúði seg um eitt mál frá einari veitslu á Argjum, har okkurt var áfatt millum tveir menn, og annar gjørdi av at melda hin, tí hann segði seg hava fingið ein frammaná. Tilburðurin fór fram um tvey tíðina sunnumorgun.

Hin tilburðurin var frá skeinkistaðnum Luux í Havn, har ein maður segði seg hava fingið ein frammaná. Hetta skuldi verið hent um fýra tíðina sunnumorgun.

Sambært vakthavandi á løgreglustøðini hevði maðurin eina brotna tonn, og hann hevði eisini illgruna um, at nøsin var brotin. 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tað er ikki óvanligt at harðskapsmál frá vikuskiftunum verða fráboðað nakrar dagar aftaná, tá fólk so smátt hava givið sær far um, hvat er farið fram.

Báðir tilburðirnir verða nú kannaðir.