Týdningarmikið at siga børnum frá um Jesus

Í eini tíð har valmøguleikarnir eru óendaligir, er tað serliga týdningarmikið at geva út nýmótans kristiligt tilfar til børn ið hevur høga góðsku. Tað sigur Arni Zachariassen, sum hevur týtt tvær nýggjar kristiligar barnabøkur, sum eru komnar út á marknaðin.

Marjun Manuela Behrens
27. mars 2022 kl. 19:22

Í fjør gav Arni Zachariassen fyrstu týðingina út, sum var “Søgubíblian um Jesus". Hetta gav gøtumanninum blóð uppá tonnina at geva enn meira út. 

- Eg fór at kanna hvat tilfar var har úti, og sum vit kundu fáa gagn av her í Føroyum. Vit áttu onkra av bókunum í “Sannar søgur”, og tá ið eg sá hinar bøkurnar í røðini, kendist tað sum eitt sera hóskandi val. Mær dámar væl, hvussu bøkurnar á ein einfaldan hátt siga bæði bíbliusøgur og søgur, sum onkursvegna taka samanum bíbilsk temu. Harafturat eru myndirnar eisini góðar og fangandi, sigur Arni Zachariassen. 

Talan er um barnabøkurnar “Ein garður, eitt forhang og ein krossur” og “Undrið klokkan eitt”. Tær eru partar av eini longri røð av bókum, sum Forlagið Leirkerið fer at geva út komandi árini. Ein teknibók við tilfari úr "Ein garður, eitt forhang og ein krossur" er eisini komin út.

Týdninarmikið at boðskapurin til børn kemur út við skili og umhugsni

Seinastu árini hevur nógv kjak verið um, hvussu kristindómurin skal miðlast og forteljast fyri børnum. Tað er serliga sendingarnar “Gud signi Føroyar”, sum Heini í Skorini og Hans Petur Hansen gjørdu í 2018, ið aftur byrtu lív í kjakið. Sí sendingina her. 

Arni Zachariassen heldur, at tað er týdningarmikið at kristiligi boðskapurin kemur rætt út til børn, soleiðis at tey ikki gerast óttafull.

- Eg hugsi fyrst og fremst um orðini hjá Jesusi sjálvum: "Latið hini smáu børnini koma til Mín, og forðið teimum ikki! Tí ríki Guds hoyrir slíkum til." Tað haldi eg undirstrikar týdningin av at siga børnum frá um lívsjáttandi boðskapin um Jesus. Men Jesus segði eisini, "Tann, ið verður einum av hesum smáu, sum trúgva á Meg, til ástoyt, honum var tað betri, at mylnusteinur varð hongdur um háls hansara, og hann varð søktur í djúp havsins."  Tað undirstrikar álvarsama týdningin av, at tryggja sær, at boðskapurin verður miðlaður á ein hátt, sum ikki órógvar sartar barnasálir, greiðir Arni Zachariassen frá. 

Tó undirstrikar hann, at Bíblian fevnir um alla tilveruna - eisini tað myrka. Tó heldur hann, at boðskapurin um tað myrka skal verða fortaldur við skili.

- Tað er tíverri hent, at fólk ikki hava verið nóg varin og hava, eins og Jesus sigur, verði til ástoyt, tí tey ikki hava sett aldursvarandi orð á boðskapin. Tað er ikki rætt og tað má ikki henda, júst tí er tað so týdningarmikið, at siga børnum frá um Jesus og evangeliið.

Serliga týdningarmikið at geva út nýtt tilfar í hesum tíðum

Tað eru fleiri kristiligar barnabøkur komnar út á føroyskum gjøgnum tíðina. Hóast hann heldur, at tær bøkurnar halda enn, er serliga týdningarmikið at geva út nýmótans tilfar í dag enn nakrantíð áður.

- Eg haldi, at tann tørvurin kanska er serliga stórur nú á døgum, har valmøguleikarnir so at siga eru óendaligir hvat viðvíkur undirhaldi, og bæði foreldur og børn eru undir øllum møguligum slagi av trýsti. Tá koma fjálgar løtur við góðum barnabókum og góðum føroyskum máli, sum eisini minna okkum á nøkur av teimum mestu grundleggjandi viðurskiftunum í lívinum serliga væl við, sigur Arni Zachariassen. 

Hetta er ikki seinastu útgávurnar, sum Arni Zachariassen týðir. Seinni í ár kemur ein jólabók, og síðani er ætlanin at geva tvær bøkur út um árið. 15 bøkur eru higartil komnar á enskum, og tískil fer tað at taka nøkur ár at koma á mál. Enska røðin eitur "Tales That Tell The Truth", sum Arni kallar “Sannar søgur”.

 - Røðin setur saman vakrar, hugtakandi myndir og søgur, ið eru grundarlag í Bíbliuni. Eg vildi sagt, at bøkurnar hóska seg til børn millum fýra og kanska upp til átta-níggju ára aldur, sigur Arni Zachariassen at enda.