Týski landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum vil forbjóða ósunnum matarlýsingum til børn

Sambært týska landbúnaðarmálaráðharranum er tíðin komin til at verja týsk børn í móti yvirvekt ella sukursjúku takkað verið ósunnum mati

Ragnar Sjúrðarson
1. mars 2023 kl. 11:35

Tað skal verða forboðið, at hava lýsingar atkomuligar fyri børnum, sum snúgva seg um ósunnar matvørur, sum hava nógv salt, feitt og sukkurinnihald,

Í øllum førum um tað stendur til týska landbúnaðarmálaráðharran, Cem Özdemir, skrivar The Guardian.

-    Vit mugu tryggja, at børn kunnu vaksa upp sunn, ljóðar tað frá Özdemir, sum vil lækka talið av junkfood lýsingum í sjónvarpi, útvarpi, men eisini YouTube og Instagram.

Lýsingarnar skuldu einans verið atkomuligar millum klokkan 23 og 06, heldur Özdemir, sum kortini ikki ynskir eitt totalt forboð í móti lýsingunum, men grundleggjandi vil gera tær óatkomuligar fyri børn