Týskland er framvegis í eygsjón

EM undankapping: Við heimasigri ímóti Rumenia varðveita føroysku brandarnir møguleikan at spæla seg í EM endaspælið

Jóannes Hansen
8. mars 2023 kl. 21:25

Dreymurin livir, og tað er framvegis upp til óføru føroysku spælararnar at syrgja fyri, at Føroyar á fyrsta sinni vera við í endaspæli fyri A-landslið, tá ið EM endaspælið eftir ársskiftið verður í Týsklandi.

Í kvøld vunnu Føroyar frammanfyri fullsettum áskoðaraplássum í høllini á Hálsi ímóti Rumenia. Úrslitið var 28 – 26, og hálvleiksstøðan var 15 – 9.

Eftir trilvandi lítlu fyrstu løtuna, fótaðu heimamenninir sær, og serliga var tað, tá ið Rumenia var undirmannað við fýra ímóti seks úti á vøllinum, at Føroyar løgdu sjógv millum seg og mótstøðuliðið.

Tá ið eitt korter var farið, var støðan 7 – 6, og 10 minuttir seinni var støðan 13 – 8. Verjuspælið var sannførandi ímóti lítið hugflogsríka rumenska liðnum. Gestirnir kendust vera stórir og klossutir, og hóast teir í miðal vóru mest sum høvdið hægri enn mótstøðumenninir, so dugdu teir illa at spæla seg til málmøguleikar. Tað megnaðu teir merkiliga illa, eisini tá ið ein føroyingur var útvístur.

Í álopsspælinum var hugflogið størri hjá heimamonnunum, og í royndum ímóti málunum var Hákun West av Teigum heilt framúr. Hann hevði 12 royndir ímóti málinum, og hann var toppskjútti við 11 málum. Tað var heilt framúr, og avrikið í kvøld var staðfesting av, at hann er púra klárur at flyta til Berlin at spæla. Har var ætlanin, at hann skuldi avloysa danska landsliðsspælaran Hans Lindberg. Nú er avgerð tikin um, at Hans Lindberg fer at halda fram í felagnum. Hvussu nógv hann fer at vera á vøllinum er spurningurin. Hákun vísti í kvøld, at hann fer at geva danska veteraninum skarpan gang um plássið á høgra veingi.

Eftir steðgin økti føroyska liðið um leiðsluna til 18 -12, og høllin var um at bresta. Hondbóltshugað vita, at tað kann ganga skjótt hvønn vegin, og soleiðis var tað í kvøld, tá ið Rumenia fekk um endan, og føroyska leiðslan bara var eitt mál – 26 – 25 – tá ið tað restaðu fimm minuttir.

Tað er í slíkum tronga, at eitt lið skal vísa, hvat býr í tí, og tað gjørdu føroyingarnir, sum vunnu 28 – 26.

At vinna ímóti Rumenia er øgiliga stórt. Eins stórt, sum tað var, tá ið Føroyar í fjør vunnu á heimavølli ímóti Kekkia.

Spenningurin snýr seg nú um, hvussu tað fer at roynast, tá ið Rumenia leygardagin fer at eiga heimavøll ímóti Føroyum. Sigurin í kvøld ber við sær, at vónin um at røkka EM endaspælinum í Týsklandi eftir ársskiftið framvegis livir.

Føroyar – Rumenia 28 – 26 (15 – 9)

Føroyar: Hákun West av Teigum 11, Óli Mittún 5, Elias Ellefsen á Skipagøtu 5, Tróndur Mikkelsen 3, Helgi Hildarson Hoydal 2, Leivur Mortensen 2

Bjargingar: Pauli Jacobsen 5/17 og Nicholas Satchwell 10/24