Týskland fer at keypa stríðsvognar úr Sveis

Stríðsvognarnir Týskland ynskir at keypa eru framleiddir í Týsklandi. Nú skulu teir heim til Týsklands aftur so teir kunna setast í staðin fyri teir, sum Týskland sendir til Ukraina

Ragnar Sjúrðarson
3. mars 2023 kl. 22:45

Týskland fer at keypa 40 ára gamlar Leopard 2 stríðsvognar úr Sveis. Stríðsvognarnir eru framleiddir í Týsklandi

Tað váttar verjumálaráðið í Sveis. 

Tað er blaðið Blick, sum var fyrst við tíðindunum. Í blaðnum stendur, at týska umbønin bleiv send til sveisiska verjumálaráðharran tann 23. februar.

Í blaðnum stendur millum annað, at sveisisku stríðsvognarnir skulu setast í staðin fyri teir, sum Týskland sendir til Ukraina.

Sveisiska verjumálaráðið vil ikki upplýsa hvussu nógvar stríðsvognar Týskland vil keypa.

-    Sæð frá sjónarhorninum hjá herinum, er tað møguligt, at selja nakrar stríðsvognar, sigur verjumálaráðið.

Sveis hevur meira enn 230 Leopard 2 stríðsvognar. Av teimum eru 134 hernaðarliga virknir. Teir eftirverandi 96 eru ikki í rakstri, og tað eru teir, Týskland vil keypa.