Týskland fer ikki at forða fyri útflutningi av stríðsvognum til Ukraina

Ukraina vil hava stríðsvognar úr Pollandi í stríðnum móti Russlandi, men neyðugt er við loyvi úr Týsklandi, tí stríðsvognarnir eru framleiddir har. Týskland fer ikki at seta seg ímóti ynskjunum úr Ukraina, sigur týski uttanríkisráðharrin

Leopard 2 stríðsvognur úr Týsklandi. Mynd: Wikimedia
Steinar Patursson
24. januar 2023 kl. 10:32

Týski uttanríkisráðharrin, Anna Baerbock, hevur nú gjørt greitt, at Týskland fer ikki at at forða fyri, at Polland kann senda Leopard 2 stríðsvognar til Ukraina, um Polland ynskir hetta.

Síðan russiska innrásin í Ukraina byrjaði í februar í fjør, hevur Ukraina biðið vesturheimin um hernaðarligan styrk at verja seg við, millum annað rakettskipanir.

Í seinastuni hevur Ukraina lagt størri dent á at fáa nýggjar stríðsvognar.

Forsætisráðharrin í Pollandi, Mateusz Morawiecki, hevur gjørt greitt, at Polland er sinnað at senda stríðsvognar til Ukraina.

Polsku stríðsvognarnir eru tó týskt-framleiddir Leopard stríðsvognar, og Týskland hevur ikki givið Pollandi loyvi enn at útflyta stríðsvognarnar til Ukraina.

Morawiecki hevur gjørt greitt, at Polland hevur ætlanir um at senda stríðsvognarnar avstað, óansæð hvør avgerð verður tikin í Týsklandi.

Í Týsklandi er kortini eingin umbøn komin úr Pollandi enn, sigur Baerbock sambært BBC, men skuldi ein umbøn komið, ætlar Týsklandi sær ikki at forða fyri, at stríðsvognarnir verða sendir til Ukraina.