Týskland letur nýggjan milliardastuðul til Ukraina

Týska stjórnin sigur í eini felags fráboðan tað vera umráðandi, at stuðla Ukraina so leingi tað er neyðugt

Ragnar Sjúrðarson
29. mars 2023 kl. 18:00

Týska stjórnin hevur avgjørt at senda 12 milliardir evrur – umleið 89 milliardir krónur – til Ukraina í hernaðarstuðli. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

 3,2 milliardir evrir verða útgoldnar í ár, og hinar 8,8 milliardirnar verða útgoldnar millum 2024 og 2032.

 -    Við pengunum kann Ukraina keypa vápn beinleiðis við stuðli frá týsku stjórnini, sigur týska stjórnin í eini felags fráboðan.

 -    Tað er umráðandi, at stuðla Ukraina so leingi tað er neyðugt.