U18-kvinnur: HM-liðið er úttikið

Landsliðsvenjararnir, Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen, hava úttikið 16 leikarar til U18 HM-endaspælið í Norðurmakedonia

(Mynd: hsf.fo)
Sigurjón Einarsson
14. juni 2022 kl. 11:59

Russiska innrásin í Ukraina hevur við sær, at føroyska U18-landsliðið hjá kvinnum sleppur at spæla í HM-endaspælinum í summar, sum verður í Norðurmakedonia í døgunum frá 30. juli til 10. august.

Føroysku kvinnurnar vóru upprunaliga ikki kvalifiseraðar til kappingina, men av tí, at Russland er útihýst úr altjóða hondbólti í løtuni, og at korona hevur argað undankappingar uttanfyri Evropa, er Føroyar næst í røðini, nú HM-plássini skuldu gerast upp.

Landsliðsvenjararnir, Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen, hava nú úttikið 16 leikarar til U18 HM-endaspælið, ið verður leikt í Norðurmakedonia.

Hópurin sær soleiðis út:

Málverjar:

Silja Arngrímsdóttir Müller, Neistin
Simona Michelsen Kass, H71

Vinstri vengur:
Lea Mohr, Neistin
Silja Heðinsdóttir, Neistin

Høgri vengur:
Inga Maria Roysdóttir, H71
Karin Egholm, H71

Strikur:
Barbara Hammer, Kyndil
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin
Karina Debes Heinesen, Ajax København

Bakspælarar:
Hanna Jakobsdóttir Dalsgarð, H71
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin
Lukka Arge, H71
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Inga Maria Joensen, H71
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin

Kappingin verður hildin í Skopje í Norðurmakedonia í tíðarskeiðnum 30. juli - 10. august. Føroyar er komið í ein sterkan bólk, har Føroyar eru í bólki saman við Danmark, Portugal og Eysturríki.

Til U17 EM í fjør gjørdist Danmark nummar fýra, Portugal nummar tíggju og Eysturríki nummar 14.

Til ber at lesa meira um kappingina her.

Kelda: Hondbóltssamband Føroya