U21 flytur upp í hægri styrkisbólk

Góðu úrslitini hjá U21 landsliðnum hava við sær, at U21 flytur ein stykisbólk upp, nú lutakast til nýggja EM-undankapping verður hósdagin

U21 landsliðið vann 1-0 á Hvítarusslandi í seinastu dystinum í farnu undankapping
Jóannes Hansen
1. februar 2025 kl. 13:21

Hósdagin verður lutakast til EM-undankapping hjá U21 landsliðum. Undankappingin verður spæld í 2025 og 2026, og spælt verður fyri plássi í EM-endaspælinum í 2027, sum Albania og Serbia vera vertir fyri.

Føroyar eru eitt av 51 londum, sum eru við í lutakastinum. 55 limalond eru í UEFA. Liktinstein luttekur ikki í U21 undankappingini, og Russland er útihýst. Vertslondini Albania og Serbia spæla ikki undankapping, tey eru bæði tryggjað pláss í endaspælinum. 

UEFA hevur gjørt styrkismetingina til lutakastið, og hon staðfestir, at tað hevur gingið væl hjá føroyska U21 landsliðnum seinnu árini. Bæði í seinastu og næst seinastu undankapping fingu Føroyar 10 stig, og góðu úrslitini hava við sær, at Føroyar nú flyta úr styrkisbólki 5 og upp í styrkisbólk 4. Seks styrkisbólkar eru. Føroyar hava 16 lond aftanfyri seg í styrkismetingini. 

Verður hugt eftir styrkismetingini sæst, at tann seinasti sigurin hjá Føroyum í farnu undankapping hevði avgerandi týdning fyri styrkismetingina. Føroyar vunnu 1-0 ímóti Hvítarusslandi. Við hjálp frá tí sigrinum fluttu Føroyar ein styrkisbólk upp, og Hvítarussland fór ein bólk niður. 

Níggju bólkar vera í undankappingini. Í seks bólkum vera seks lond, og í trimum bólkum vera fimm lond. 

Lutakastið verður á høvuðsborgini hjá UEFA í Nyon í Sveis hósdagin, og beint eftir lutakastið skulu londini samráðast um dystarskránna. 

Styrkismetingin til lutakastið er hendan:

Pottur 1
Spania
Ongland
Portugal
Holland
Týskland
Frakland
Ukraina
Italia
Danmark

Pottur 2
Rumenia
Sveis
Kroatia
Kekkia
Póland
Noreg
Belgia
Georgia
Írland

Pottur 3
Slovenia
Finnland
Svøríki
Eysturríki
Slovakia
Grikkaland
Ísland
Ungarn
Bulgaria

Pottur 4
Skotland
Wales
Ísrael
Norðurmakedónia
Turkaland
Kosovo
Norðurírland
Føroyar
Moldova 

Pottur 5
Hvítarussland
Montenegro
Bosnia og Hersegovina
Kýpros
Lettland
Litava
Kasakstan
Aserbajan
Luksemborg 

Pottur 6
Estland
Malta
Armenia
Andorra
Gibraltar
San Marino