UEFA heldur fram at útihýsa Russlandi komandi tíðina

Russisk fótbóltsfeløg og øll landsliðini hjá Russlandi hava verið útihýst av UEFA síðan russisku innrásina í Ukraina. Í gjár avgjørdi evropeiska fótbóltssamgongan, at Russland sleppa heldur ikki at spæla altjóða dystir komandi kappingarár – ella so leingi kríggið í Ukraina stendur við

Ársins Champions League-finala skuldi spælast í Gazprom Arena í Sankta Pætursborg, men vegna russisku innrásina í Ukraina, avgjørdi UEFA, at finalan heldur skuldi spælast í París. (Mynd: Savnsmynd)
Sigurjón Einarsson
3. mai 2022 kl. 10:30

Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, útihýsir Russlandi at taka lut í evropeiskum fótbóltskappingum komandi kappingarár, og tað merkir eisini, at russisk landslið sleppa heldur ikki at taka lut í altjóða kappingum komandi tíðina.

Tað upplýsir evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, á heimasíðu sínari.

Tó er tað við tí fyrivarni, at Russland kann kæra avgerðina til altjóða ítróttardómstólin, CAS.  

Men útihýsingin er longu sett í gildi, tí seinastu boðini úr UEFA eru, at russiska kvinnulandsliðið ikki kann taka lut í EM-endaspælinum hjá kvinnum, ið verður í summar. Ístaðin sleppur Portugal við.

Avgerðin at útihýsa russiska kvinnulandsliðið er bert ein av mongum, sum UEFA hevur tikið í gjár, mánadagin.

UEFA hevur eisini avgjørt, at russisk feløg ikki sleppa at taka lut í Champions League, Europa League ella aðrar evropeiskar kappingar hjá bæði monnum og kvinnum komandi kappingarár.

Frammanundan er A-landsliðið hjá Russlandi útihýst frá at taka lut í Nations League, sum byrjar í juni mánað, og so hevur UEFA eisini avgjørt, at Russland ikki sleppur upp í part at bjóða seg fram sum vertstjóð fyri EM-endaspælið í 2028 ella 2032, hóast Russland hevur givið til kennar, at landið er meir enn sinnað at skipa fyri einum EM-endaspæli.