UEFA-forsetin: Tað er ein lítil møguleiki fyri at dysturin millum Real Madrid og Chelsea ikki verður spældur

UEFA-forsetin, Aleksander Ceferin, ið hevur verið hvassorðaður móti ætlanini hjá 12 feløgum at stovna sína egnu kapping, European Super League, vendir nú kanónini móti høvuðsmanninum aftanfyri hesa ætlan, forsetanum í Real Madrid, Florentino Perez

Sigurjón Einarsson
22. apríl 2021 kl. 10:52

Fyrru hálvfinalurnar í Champions League verða avgreiddar í komandi viku, men alt fótbóltsprát hevur heldur snúð seg um ætlaðu kappingina hjá teimum fáu útvaldu, European Super League.

Eftir at fleiri av hesum liðum nú hava fingið kaldar føtur og hava trekt seg frá ætlaðu kappingini, fekk í gjár forsetan í Real Madrid og høvuðsmannin aftanfyri nýggju – men longu kollsigldu – kappingina, Florentino Perez at koma við einari útsøgn til spanskt útvarp, har hann harmaðist at ætlanin nú ikki verður til nakað.

- Eg eri keddur og skuffaður, tí vit hava arbeitt við hesi verkætlan í umleið trý ár. Kanska hava vit ikki verið nóg góðir til at forklára um hesa ætlan. Champions League-formatið er gamalt og verður ikki áhugavert fyrr enn vit koma til fjórðingsfinalurnar, greiddi Perez frá til sponsku útvarpsrásina, Cadena SER.    

Real Madrid-forsetin sendi eisini eina heila breiðsíðu avstað móti UEFA-forsetanum, Aleksander Ceferin. Perez heldur, at Ceferin ikki er rætti maðurin at leiða UEFA.

Tá Ceferin í samrøðu við slovensku sjónvarpsstøðina, 24UR, í gjárkvøldið varð spurdur um hetta, var greiða svarið frá UEFA-forsetanum:

- So Florentino Perez ynskir ikki ein forseta sum meg? Tað eggjar meg bara enn meira at halda fram. Hann ynskir ein forseta, ið aktar hansara boðum og ger, hvat hann vil hava. Eg geri tað, eg haldi er best fyri Evropa og fótbóltsheimin, sigur Aleksander Ceferin.

Hereftir læt hann upp fyri, at komandi Champions League-hálvfinalan millum Real Madrid og Chelsea kann verða avlýstur, stóð tað upp til hann. Hetta, tí Real Madrid enn sigur seg arbeiða fyri einari Super League-kapping.

- Stóð tað til mín, so var møguleiki fyri, at hesin dystur ikki varð spældur. Men av tí, at kappingin longu er í gongd, so høvdu rættindahavarnir nokk komið eftir okkum, um hálvfinalurnar ikki verða spældar, sigur UEFA-forsetin við slovensku sjónvarpsstøðina.

- Men hetta kann fara at verða øðrvísi í framtíðini, legði Ceferin kryptiskt afturat.