Uffe Ellemann-Jensen er deyður

Fyrrverandi formaðurin í danska Vinstra-flokkinum og fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin, Uffe Ellemann-Jensen, andaðist í nátt eftir longri sjúkralegu

Sveinur Tróndarson
19. juni 2022 kl. 09:29

Fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin og fyrrverandi formaðurin í Vinstra andaðist í nátt, 80 ára gamal.

Hann hevur verið sjúkur av krabbameini í longri tíð og í vikuni gjørdist so ring, at sonur hansara, núvernsi formaðurin í Vinstra-flokkinum, Jakob Ellemann-Jensen valdi at fara heim frá Fólkafundinum fyri at vera hjá pápa sínum.

Uffe Ellemann-Jensen er ein av teimum heilt kendu donsku politikarunum í nýggjari tíð.

Hann var formaður í Vinstra-flokkinum frá 1984 til 1998, og var uttanríkisráðharri í stjórnini hjá Poul Schlüter frá 1982 til 1993.

Millum annað er hann kendur fyri tíðarskeiðið, tá donsku ES-undantøkini vóru sett í gildi, tí tey vóru ikki akkurát í tráð við hansara egnu fatan.

Uffe Ellemann-Jensen var upprunaliga journalistur áðrenn hann gjørdist politikari, og var tiltikin dugnaligur kjakari.

Hann var giftur við Alice Vestergaard og tey høvdu fýra børn.