Um at yvirliva eina farsótt

Skrivikapping: Fyri kortum skipaði Bókasavnið við Løkin fyri skrivikapping, og flaggdagin fingu tríggir høvundar virðisløn fyri sínar tekstir. Dimmalætting prentar, í samstarvi við Bókasavnið við Løkin og við samtykki frá høvundunum, hvørja viku eitt essay, sum ikki fekk virðisløn

Rannvá Matras-Olsen
3. juli 2022 kl. 17:32

Einki skal eg tvíhalda um, at eg megni at greina, hvørjar avleiðingar ein farsótt kann hava fyri alla mannaættina, men eg loyvi mær tað ósmædni at festa nakrar tankar á blað kortini.

Vit skriva mars 2022. Tvey ár eru liðin, síðan løgmaður á grækarismessu í 2020 kunngjørdi, at føroyska samfelagið fór niður í ferð. Heldur enn at fara út at heilsa tjøldrunum vælkomin var heitt á okkum um at vera meira heima og minni úti. Ein heimsfarsótt gjørdi um seg, og sjúkan var nú eisini komin til Føroya.

“Hold fast, hold ved og hold afstand” vóru orðini frá farsóttarnevndini. Ótryggleikin hevði hug at sníkja seg inn á okkum, men vit royndu veruliga at venda honum og hesi nýkomnu støðu til nakað positivt. Vit fingu tíð saman við okkara allarnærmastu, vit fingu stundir at njóta løturnar, ganga túrar í náttúruni, at taka børnini uppí og at royna ymiskt nýtt, ið kanska hevði ligið á láni. Mong kendu eitt takksemi fyri, at tamarhald tóktist vera á støðuni í Føroyum.

Men smátt um smátt byrjaði at merkjast, at samveran minkaði. Næmingar hittu ikki longur floksfelagarnar, starvsfólk hittu ikki sínar starvsfelagar, og á ellisheimum bar ikki longur til at vitja síni kæru. Nú var nærleiki skiftur um við fjarstøðu, gleði við ampa, eitt klemm við eitt smíl við tveimum metra frástøðu.

Mamma mín var ein teirra, ið ikki longur fekk vitjan. Sóttin herjaði serliga á tey veiku, og tí var alneyðugt at verja tey, sum búðu á ellisheimunum kring landi. Men at tvær vikur fóru at gerast sjey, har púra var stongt fyri øllum vitjandi, hevði neyvan nakar okkara grunað. Tá ið tey ein dagin ringdu av ellisheiminum og søgdu, at mamma var á veg á landssjúkrahúsið við nýrasteini, var fyrsti tanki mín at drøna suður at vera um hana, líkasum eg hevði verið um hana til læknaviðtalur og kanningar øll árini frammanundan, tá ið hon fekk staðfest alzheimersjúkuna. Men har var einki at gera, tí eisini sjúkrahúsini vóru læst fyri vitjandi. Tað var ein undarlig kensla at vita sær, at mamma nú var á einum fyri hana púra fremmandum stað, og eingin okkara slapp at vera hjá henni. Mamma lá innløgd nakrar dagar, og tíbetur slapp pápi mín umsíðir at vitja hana eitt bil.

Tá ið eg umsíðir vitjaði á ellisheiminum aftur, var mamma farin. Eg meini... hon sat har beint framman fyri mær; sat og stardi fram fyri seg, segði onkur ljóð, merkti mínar hendur taka um hennara. Men mamma mín var har ikki. Tankin rann fram fyri meg, at mammu fór eg ongantíð at hitta aftur; tey hugasambond, hon hevði um meg, vóru mist burtur – møguliga framskundað av longu avbyrgingini – og mjørkatámi heilin dugdi ikki at byggja tey uppaftur. Eg orkaði illa at vitja mammu eftir tað, og bert fáar mánaðir seinni andaðist hon. Mamma fekk ongantíð koronu; strongu avmarkingarnar eydnaðust í so máta. Men tað nívir meg at hugsa um tað einsemi, hon man hava kent, tá ið eingin av hennara kæru vitjaði hana í vikuvís, samstundis sum barnsliga sinnið ikki megnaði at skilja hví.

Vit noyddust at læra okkum nýggjar mátar at hittast og hava samveru. Til bar at gleða tey eldru við konsertum uttandura. Vit kundu fara útum at venja kór. Vit vitjaðu uttandurakaffistovur. Vit gleddust um løturnar í matvøruhandlinum, har vit framvegis kundu tosa við grannan – við frástøðu. Vit tillagaðu okkum.

Eisini á arbeiðsplássunum máttu vit laga okkum til. Arbeiða heimanífrá, fundast á netinum, alt ímeðan vit eisini máttu ansa og undirvísa børnum okkara. Á nøkrum arbeiðsplássum var allatíðina tørvur á umlegging so hvørt sum almennu tilmælini broyttust. Fyri onnur bar als ikki til at arbeiða, og fyri tey gjørdist spenta støðan ein fíggjarligur smeitur. Við hesum áhaldandi broytingum byrjaði eisini strongdin at gera um seg. Vit vórðu ørkymlað inn á landsins myndugleikar, ið tvíhildu um strongu krøvini; vit orkaðu skjótt ikki meira.

Vit gleddust veruliga, tá ið børnini endiliga sluppu í skúla aftur. Teimum møtti tó ein øðrvísi gerandisdagur, enn tey vóru von við. Nýggj inngongd, nýtt flokshøli, nýggjar fríkortertíðir, tilskilað vask til hvønn flokkin, ikki læna lutir ímillum sín, vitja ikki aðrar flokkar, havið fríkorter hvør sær – ja, tilmælini frá undirvísingarstýrinum tóktust ongan enda at taka. Klemmar og borðspøl? Nei, vaskið tykkum um hendurnar og farið út og spælið. Minst til at spritta, tá ið tú kemur innaftur, og set teg beinleiðis við títt egna borð uttan at vitja nakran annan. Hesi strongu krøvini lækkaðu tíbetur við tíðini, men vit mugu staðfesta, at koronatíðin eisini kravdi nógv av okkara yngstu og ungu.

Spakuliga minkaði vandin. Farsóttin hevði ikki fingið fastatøkur í lítla oyggjasamfelagnum. Vit kendu okkum trygg aftur. Sóu eina framtíð fyri framman, og vit byrjaðu at krevja at sleppa at liva hampiliga vanligt aftur. Kanska vit enntá fóru at spæla okkum við tankan um, at vit føroyingar vóru eyka harðførir, tískil rein sjúkan ikki eins væl við okkum.

Men brádliga fór sjúkan av álvara at gera um seg kring landið. Jólini vóru í hondum, og vit krøktu okkum í vónina um, at hetta var eitt mildari frávik; nógv fingu sjúkuna, men fá gjørdust sjúk. Vit uggaðu okkum við, at tey, sum doyðu, doyðu ikki av koronu, men við koronu. Ja, hóast sera stóru smittutølini var eisini serfrøðin bjartskygt; kanska vit út ímóti grækarismessu 2022 kundu havt floksmótstøðuføri.

Stutt eftir jól fingu vit boðini um, at vermamman var innløgd við koronu. Innløgd. Hon lá har og skifti millum vøku og svøvn, ímeðan ósjónliga lívveran, ið vit øll kenna upp á navn, gjørdi um seg innan í henni. Ein ígerð, sum krabbameinsniðurbardi kroppur hennara ikki orkaði at berjast ímóti. Henda sterka kvinnan, ið nú einki annað kundi gera enn at líta á læknavísindini. Men sjúkan var ov sterk, og at enda gav kroppurin upp. Bert fáar vikur seinni andaðist hon. Alt hetta orðaskiftið um ein doyði við ella av koronu, tóktiskt mær nú so meiningsleyst. Vermamma mín doyði av krabbameini, og hon doyði við koronu. Hevði hon møguliga átt nøkur ár afturat, um vit høvdu hildið frástøðuna út eitt sindur longur?

...

Nú er korona avlýst. Henda farsóttin, ið hevur herjað í Føroyum í tvey ár og í heiminum enn longri, tykist líða móti endanum. Henda banasótt, ið kring heimin hevur kravt nógv mannalív, men lukkutíð fá í Føroyum. Eftir tvey ár við avmarkingum, ber nú aftur til at hittast til vinunum, fara til frítíðarítriv, syngja í kóri, fara til konsert, ja, at fara í føðingardagsveitslu. At hálsfevnast, eta saman, hugna sær uttan at óttast farsótt og sóttarhald.

Øll hava vit glett okkum til hesa løtu, tá ið vit fingu frælsið at liva aftur. Sjálv liggi eg tó væl ballað undir dýnuni. Fepur, kuldaskjálvti, høvuðpína, vøddapína, turrur hosti, hosti við slími og ein óhugnalig møði ger um seg. Jú, tú gitti rætt; hóast koronan alment er fráboðað at vera avlýst, slapp heldur ikki eg undan henni.

Vit hava mist, og vit hava fingið, og tá ið av tornar snýr tað seg um at finna javnvágina ímillum vágskálirnar; ímillum sjúkuna og tað einsemi, ið frástøðan gav. Ímillum tíðina vit fingu, og tíðina vit mistu av hondum. Og hvør er førur fyri at lesa hesar vágskálir av ella meta um, hvør teirra vigar meira?

Í dag fari eg út at heilsa tjøldrunum vælkomin.