Ummæli: Lykkenborg stendur enn

Sjónleikurin um lívið hjá Pól Jóhannusi Poulsen, eyknevndur Lykken, er av sonnum ein hjartanemandi frásøgn við stórum andsøgnum, sum Det Ferösche Compagnie framførir við lættleika, hegni, stórari empati og tokka fyri gandinum í øðrvísihugsan.

Myndir: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Trygvi Danielsen
6. juni 2022 kl. 16:00

Tað er fyrsti juni og bakandi sól.

Eg havi gingið út á Trælanípu og treiskast ímóti hæddarsuðnum, ið ferðast gjøgnum kroppin, tá ein nærkast avgrundini, sum er so fotogen á Instagram, men ikki fekk nógv likes frá trælum í miðøld. Eg havi etið saltfiskasuppu á Fiskastykkinum og sæð myndirnar av arbeiðssomu kvinnunum, sum turka fiskin á steinunum beint uttan fyri vindeygað. Eg havi spákað eftir elstu gøtunum í Sandavági og Miðvági og koyrt eftir smølum brekkum niðan á ovasta víkipláss við útsýni yvir Boygda Træið, sum Lykken kallar heimbygdina, í miklastu dýrd. Eg havi vitjað Hýsisá í turrveðri, her tað er sjónligt, sum Mikkjal á Ryggi á sinni hevur høgt inn í grótið: "Vatnið vinnur harða hellu, slættar niður fjøll. Líggin gongur, grasið fellur, falla vit so øll."

Ja, eg eri veruliga komin í rætta huglag, tá frumsýningin av leikinum um Lykkenborg fer í gongd.

Dánjal á Neystabø spælir okkum inn við sniðfundigum floyti og klavertónum – við fylgispæli frá ljómandi fuglasangi, ið hoyrist uttanífrá – meðan vit sessast í Listastovuni, fyrrverandi samkomusalinum. Búi Dam býður okkum vælkomnum og fer í holt við ein stuttan, fyrilestrarkendan monolog, sum setir frásøgnina á rull. Síðani fara vit úr veruleikanum og inn í mýtuna, sum Búi sigur, her Kristina Sørensen Ougaard spælir flestu leiklutirnar og alla tíðina er til reiðar at bróta fjórða veggin sum frásøgufólkið, ið greiðir frá søguni, samstundis sum hon framførir hana við stórum dugnaskapi fyri bæði tí kropsliga og kensluliga í teimum ymsu karakterunum.

Tveir tímar fara sum eitt eygnablunk, og nú situr allur salurin og lippar ljódliga, bæði áskoðarar og leikarar, meðan vit síggja serskøltaverðina við 108 rúmum verða bygda á veruleikan í Miðvági árini 1948 til 1968 – í andljósi til kríggini, sum herja kring heimin tey árini. Sjónleikurin um lívið hjá Pól Jóhannusi Poulsen, eyknevndur Lykken, er av sonnum ein hjartanemandi frásøgn við stórum andsøgnum, sum listabólkurin Det Ferösche Compagnie framførir við lættleika, hegni, stórari empati og tokka fyri gandinum í øðrvísihugsan.

Um tú ætlar at síggja leikin, ráði eg tær at gera tað, áðrenn tú lesur restina av ummælinum. Hetta er ikki hervið ein beinleiðis spoylara-ávaring, men listaverk eru bara sum oftast betri uttan ov nógvari undanvitan. 

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Ein veruleikur
"Lykkenborg – bygd á veruleikan". Tað stendur krutlað við kronglaskrift á forsíðuni av faldaranum, sum fylgir við sýningini. Hetta er tvítýtt, tí sjónleikurin er bygdur á veruligar hendingar, og Pól Jóhannus byggir sína gandaðu serskøltaverð oman á tann veruliga, vanliga heimin, her næmingarnir í skúlanum læra at tekna beinar strikur. Tað er eitt høvuðstema í leikinum: Beinar strikur mótvegis frælsum linjum, sum ikki fylgja nøkrum ytra leisti. Tey, sum gera knortlutar linjur, verða bukað, útihýst og leidd á beina kós. Pól Jóhannus er ein teirra.

"The straight line leads to the downfall of humanity." Soleiðis siterar Kristina Sørensen Ougaard eysturríska arkitektin Friedensreich Hundertwasser, sála, í áðurnevnda faldara, og tað er ein hypotesa, sum verður sannað í leikinum. Menniskjansliga fallið er stórt, tá bulurin av frásøgnini fer fram í krígsárunum 1939-1945, her menn í flottum búnum marsjera eftir beinum linjum á meginlandinum, meðan Lykken verður sendur á institutiónshelvitið við navninum Åndssvageforsorgen í Rødbygaard, Danmark, her hann er bólkaður sum "sinke" millum 275 aðrar serskøltar, ið somuleiðis eru spjaldraðir við primitivum diagnosum sum sinke, idiot, imbecil ella debil. Hesin parturin av leikinum, tann seinni, er ein hvítveggjað institutiónsfrásøgn, ið leiðir tankarnar til Eitur nakað land week-end? (2002), Englar alheimsins (1995) og One Flew Over The Cuckoo's Nest (1965), ikki minst við tilsipingunum til sokallaða hvíta skurðin, sum á læknamálið eitur frontal lobotomi. Ein óhugnaligur veruleiki at byggja nakað sum helst á, men tað er søgulig sannroynd, ið er ræðandi og tankavekjandi – ikki minst nú tað er komið fram, at danska stjórnin so seint sum í 1970árunum tvingaði spiralar í grønlendskar tannáringagentur fyri at basa fólkavøkstrinum. Í tí førinum var tað linjan á fólkatalsgrafinum, sum skuldi verða beinari.

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Serskøltavísdómur
Eg skal ikki siga, hvat er søguliga eftirfarandi, og hvat er fiktión í hesum leikinum. Eg skilji á lagnum, at hann inniheldur fitt av báðum. Tað er Búi Dam, sum hevur skrivað og leikstjórnað Lykkenborg, og tað er ávikavist gjørt í samstarvi við Bergtóru Patursson, kanningarráðgeva, og Búa Rouch, hjálparleikstjóra/koreografi. Tað merkist, at leikurin er skaptur við kærleika. Øll viðvirkandi hava týðiligan alsk á Pól Jóhannusi og tí, sum hann umboðar. Hann er eitt slag av einum idiot savant, ein karaktertropa, ið vit m.a. kenna úr amerikonskum filmum sum Being There (1979), Rain Man (1988) og Forrest Gump (1994), her ein at síggja til seinmentur persónur, oftast foreldraloysingur, hevur fjalda gávu ella vísdóm. Vit kenna eisini týpuna úr føroyskum bókmentum, m.a. Kálv úr Feðgum á Ferð (1940) og Bolla úr Bolla í Grágerði (1936), báðar søgur eftir Heðin Brú. Teir báðir, Kálvur og Bolli, eru tó meira idiot enn savant, men kanska eru teir misskiltir og smædnir heldur enn beinleiðis býttir. Pól Jóhannus er hinvegin meira savant enn idiot í Lykkenborg: Smæðin, friðarligur og ósikkur, tó at hann onkursvegna hvílir í sær sjálvum og veit júst, hvat hann vil. Hann hevur eina sterka innaru rødd, sum sigur honum, at hann skal arbeiða við sprøklutum og litríkum linjum í hansara heilt egnu serskøltaverð, tí tað tykist ikki vera pláss fyri honum í tí veruligu verðini. Hann kallar seg sjálvan serskølt, tó at systurin, sum er tað tættasta at einum móðirskapilsi í hansara lívi, biður hann gevast við tí. Tað vísir seg eisini í leikinum, at hann er støðufastur og ósjálvsøkin. Alt hetta ger hann til eina ósannlíka hetju við so dámligum eginleikum, at ein bara kann verða góður við hann. Pól Jóhannus hittir stóran mótgang, men hann verður verandi ein ótemjandi skapandi megi í einum heimi, sum er merktur av kríggi, oyðing og menniskjansligum falli. Tað er stórt.

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

At hátíðarhalda hugflogið
Leikurin er deildur í tvær helvtir, sundurskildar við einum steðgi, við tilsamans 20 stuttum kapitlum, sum hava hvør sína yvirskrift. Fyrri parturin hevur eina einfalda pallmynd, har alt er rættiliga heimagjørt, praktiskt og í tráð við sprøkluta andan í søguni. Búi Dam nýtir grús og málmplátur at gera ljóðligt undirspæl til rørslur og gerðir hjá Kristinu, og ofta verður harðskapur vístur við ljóðum heldur enn gerðum, viðhvørt við báðum. Tað riggar væl, at ein ímyndar sær harðskapin við støði í hvøllum brestum, tað kennist ógvusligari í ímyndini, og sum heild verður hugflogið hjá áskoðaranum virkjað nógv í leikinum, vit síggja støð, hendingar og persónar fyri okkum, alt manað upp úr einum lítillátnum palli – í øllum førum í fyrru helvt. Tað er Sámal Blak, sum stendur á odda fyri pallmyndini, og ta uppgávuna hevur hann loyst eftir tveimum leistum: Tann fyrra helvtin, sum umboðar uppvøksturin hjá Pól Jóhannusi í Miðvági, er rustikk og einføld, meðan seinna helvtin, ið fyri tað mesta gongur fyri seg í Rødbygård, er elektronisk og rúmar meira kompleksiteti. Báðar pallmyndirnar eru effektivar, rigga væl í søguni og hátíðarhalda á hvør sín hátt ímyndingargávuna og skapanarhugin; eins og leikurin í síni heild. Í seinnu helvt flytur Dánjal seg frá klaverinum – við rútmiskum fylgisveinum og alskyns rørum at syngja, floyta og blása í – og fer aftur um løriftið, ið viðhvørt verður upplýst og avdúkar silhouettina av honum og kontrabassinum, sum hann nýtir bæði til melodiir, óljóð og rytmikk. Løriftið verður eisini nýtt til at skapa bakgrundir við sprøklutum, Lykkeligum linjum, sum viðhvørt verða varpaðar á andlitini hjá Kristinu og Búa, tá tey standa framman fyri løriftinum; serliga tann eina ferðin, tá Kristina spælir Pól Jóhannus, sum teknar sínar fløkjaligu linjur, meðan tær úr uppvørpuni verða lýstar á hennara droymandi andlitsbragd.

Alt hetta tilsamans skapar eitt so herliga snilt og snúið úttrykk, sum hóskar rørandi væl til søguna. 

Hetta eigur Anna Kristin Bæk eisini rós fyri. Hon hevur gjørt búnar og hjálpt til við pallmyndini – og somuleiðis Súni Joensen, ljóssniðgevi, sum eisini hevur virkað sum altmøguligtmaður í undanframleiðsluni. Beinir Bergsson stýrir ljósinum hetta kvøldið, og tað riggar til lítar. Hóast ljóssetingin at síggja til er einføld – ein standard trípunktsljósseting við kryddi frá m.a. skuggaspæli og sjónleikarastýrdum lummalyktum – so býr meira í tí. Tónleikur, ljóð, ljós, pallur, rørslur, orð og sjónleikur spæla alla tíðina saman við brádligum skiftum, snaringum og broytingum, og tað hendir ongantíð, at tann eini liðurin darlar afturúr, alt samspælir sum ein musikalsk og gjøgnumførd eind, ið tilsamans byggir hesa vøkru, undarligu villiniborgina: Lykkenborg.

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Línudansurin
Eg nevndi hetta um at bróta fjórða veggin, altso tá leikarin tosar beinleiðis við áskoðaran, og frásagnarstílurin í leikinum liggur alla tíðina á markinum millum at vera inni í søguni og uttan fyri henni. Tað broytist frá sekundi til sekund, at Kristina framførir einu helvtina av einari samrøðu, so hina, og síðani greiðir hon frá tankavirkseminum hjá persónunum sum eitt uttanfyristandandi frásøgufólk. Hetta er ein spælandi frásagnarstílur, ið eydnast sera væl, og sum skapar eina frástøðu, ið ger tað lættari hjá áskoðaranum at svølgja og sodna tað, sum fer fram – uttan at missa kensluligu innlivingina. Hetta er eitt torført javnvágarkynstur millum at vísa hendingar og siga frá teimum, ið leikurin avrikar sum ein yndisligur línudansari.

Dansari, tað er Kristina Sørensen Ougaard eisini, afturat at vera sjónleikari, og hennara kropsligu førleikar koma veruliga til sín rætt í hesum leikinum. Hon hoppar, klintrar og hongur í hættisligum hæddum, so at tað kennist ótrygt hjá áskoðaranum, hóast hon ivaleyst hevur tamarhald á rørslunum. Hennara leiklutir dansa eisini hegnisliga millum málsligar nuansur – danskt, gøtudanskt, hálvbrotið føroyskt og føroyskt – meðan hon subtilt broytir andlitsskap og brá. Eitt framúr avrik.

Búi Dam, hann er ikki dansari, men hann meistrar nógv annað – m.a. hetta at spæla tann óseka, hann megnar at skapa eitt andlitsbrá, sum er so friðsælt og avbyrgt frá heimsins ræðuleikum. Tað er ofta stuttligt, millum annað tá hann og Kristina spæla eina senu, har tey sita niðri og ganga eftir gongini í Rødbygård, meðan tey práta sítt serskøltaprát. So gott. 

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Hon stendur enn
Búi Dam stendur seg væl sum leikara og leikstjóra, men hansara størsta avrik í Lykkenborg er kanska leikritið, ið so nemandi og andsagnarfult greiðir frá hesi næstan gloymdu søguni, sum hann og ídni framleiðarin, Urd Johannesen, hava havt í kvittanum síðani 2017. Tað er ein klassisk søga um skapan mótvegis niðurbróting, tað góða í menniskjanum mótvegis tí oyðileggjandi í okkum. Um tað vakra í tí smáa, sum við dirvi kann vaksa seg til nakað stórt. Søgan er viðkomandi bæði søguliga og menniskjansliga. Hon er viðkomandi í samtíðini, nú 2022 hevur óhugnaliga nógv til felags við 1939 sum byrjanarár til ræðuligan bardaga í Evropa. Lykkenborg kannar henda kalda og ónda veruleikan, men hann hátíðarheldur tað, sum ger heimin vakran, og tað er samanstoyturin millum hesi bæði í einum slagi av vónríkari magirealismu, har bringureyðar ugga tey vónbrotnu, sum ger leikin so góðan og rørandi.

Pól Jóhannus Poulsen úr Miðvági. Hann livdi. Hann bygdi Lykkenborg. So doyði hann. Og so bleiv hon brend niður. Men, sum Búi Dam skrivar í faldaranum, ið foldar seg út sum ein villiniborg: Lykkenborg stendur enn, sum tað listaverkið hon er, í okkara hugaheimi.

Í sama anda havi eg hug at enda við seinnu helvt av yrkingini, sum Mikkjal á Ryggi høgdi í ánna í Miðvági: "Stirðnar blóðið, steðgar hjartað, legst enn maður lík, sálin í Guds himni bjarta livir fræls og rík."

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

 

 

 

Leys Størv