Ummæli av skaldsøguni: GENTAN Í VERÐINI hjá Katrini Ottarsdóttir

Eftir at hava lisið skaldsøguni ígjøgnum, kemur ein til at hugsa um tann myndliga samanhangin, sum skaldsøgan letur upp fyri; og hetta útfrá tí ógvuliga fortættaða frásøguháttið, hvar frásøgukvinnan í 3.persóns lýsing, grípur niður í barnsins og egna hugaheim og upplivingar, heldur Martina Sørensen

Martina Sørensen
21. oktober 2020 kl. 10:25

Myndliga sæð sýnist hetta sum ein kavan niður á havbotnin, sum rykkir lesaran við sær í eini skakandi ferð, og bindur tankarnar hjá lesaranum eins  og tað ger hjá frásøgukvinnuni sjálvari. Við spenningi grípur ein soleiðis í somu línu sum hon, og somuleiðis hugsar um “allar tankarnar, sum aldrin binda frið” hjá gentuni, og um hon nakrantíð fer at fáa grið fyri teimum.

Uttan at siga ov nógv, kann tó viðmerkjast, at frásøgnin við sínum flóðum av tonkum, sum gentan ger sær, er sum skorin inn á bein. Einki er ov nógv ella ov lítið tonkt, men merkist - av lesaranum - líka so bogaspent, sum tá gentan í sínari Sherwoodskóg, í  havanum hjá abbanum, og í Robin Hood líki, spennur bogan og skýtur, og heilt óvanta fyri  lesaran, rakar abban á skallan. Tá einki  í hesum viðfangið er viðmerkt um nakrar avleiðingar av hesum skotið – abbin, sum til tíðir brestur av illsinni  – fær ein sum lesari hug til at síggja hetta sum ein íblástur av hennara hugflog og innaru verð.

Abbin verður soleiðis í óbeinleiðis týdningi skotin, tá hann kvøðani kemur til gongu við sínari landspann, sum hann vanliga taðar rabarburnar við, og hartil í somu løtu hann endar sítt kvæðið úr Ebbe Skammelsen vísuni “Og det vil jeg for sanden sige, han stamped med Foden mod Jord”(s.61). Sum lesari reisist ein tó úr stólinum av hesum samantreffi við fótinum, tí liggur nakað annað aftanfyri hennara skot enn eitt yvirkæti í leikinum, somuleiðis tá hon sleingir sína beru rumpu í tí bleyta grasinum!? Ella er hetta ein ótilvitaður atburður, ið er grundaður í teim illsinnisherindum, sum abbin – lík trampunum í vísuni – sovæl sum mamman vera rakt av til tíðir. Nakað sum gentan kennur til heimanífrá, men gjøgnum sín uppvøkstur hevur verið tarnað av undir liðini á pápanum, sum hon sær upp til og er hennara fyrimynd. Hetta yvirkæti, sum hon sýnir í sínum bogaspælið, kann sostatt síggjast sum eitt aftursvar til tað sálarliga trýstið, og harvið eisini tí torføra lívinum í Havn, við tí ótilrokniligu mammuni. Nakað, sum óivað hevur virkað darvandi uppá tað persónliga frælsið hjá gentuni og tað at vera barn.

Tað kann sigast at vera ein álvarsom frásøgn, sum frásøgukvinnan avdúkar gjøgnum tankarnar hjá gentuni, men tó hevur eina vissa frástøðu til. Umframt frásøguháttin í 3.persóni, sæst hetta millum annað aftur í tí meira ella minni løgna samanhanginum, sum eisini er at finna í skaldsøguni,  eitt nú tá abbin blandar land frá sær sjálvum  og ommuni, sum hann har afturímóti ikki hevur kamar saman við. Nakað, sum gentan undrar seg yvir. Og at hann í staðin tykist at hava kenslur yvirfyri gummuni við teimum stóru bróstunum, arbeiðskonuni í húsinum. Nakað av hesum sama løgna sæst eisini í tí stóra klædnaúrvælinum hjá mostrini, sum kamarskápini bólgna av.

Hvussu gentan brýtir seg ígjøgnum sína tankaverð, og harnæst kemur undan vatnskorpuni, sínari innaru verð, og kanska til sín sjálvs, kennist í teim fáu, men ógvusligu søgugongdini í skaldsøguni. Myndliga er hetta væl samansett í m.a. bjargingaratsóknini, har mosturin er um at drukna, og har gentan av berari strongd fellur í óvit og verður trilla heim av tí góðsligu gummuni, fyri síðan at verða róst fyri sítt dirvið.

Skaldsøgan tykist eisini skelkandi í sinari frásøgn, sum ein tó ikki leggur frá sær, men áhaldandi verður knýtt at í hennara spenningsteigum. Eisini vekur hon áhuga  í tí meira djúptliggandi støðið, hvar hon at enda bindur seg til eitt meira væl umhugsað, sum peikar fram móti einum meira persónligum vøllið, sum tó er barnsins, letur seg knýta at tí vaksnu frásøgukvinnuna sjálvari.