Ummæli: Føroya Banka kvøld á Barbaru

Toskur, toskur, toskur, chabli, chabli, chabli: - Tað fær illa verið betur

Tjóðhild Patursson
7. desember 2021 kl. 19:30

Alt var ordiliga gott. Bílegg borð næstuferð tey hava Føroya Bankakvøld á Barbaru!

Ummælið er hervið liðugt!

Tær nýtist ikki at vita meira…

… Men UM tú ert áhugað í at vita hví tað var so gott, og hvat tú hevur í væntu; ja, so kanst tú lesa meira í útgreinaða ummælinum niðanfyri.

Føroya Banka kvøldini á Barbaru
Eg fari ikki at siga so nógv um sjálvt matstaðið Barbaru, í hesi greinini; tað verður ein aðruferð, tá ið eg fari framvið at ummæla vanligu matarskránna hjá teimum.

Ístaðin fari eg at skriva um matin og um vínið, sum bleiv serverað til FøroyaBanka kvøldini, sum matstovan var karmur um seinasta vikuskiftið. Tvær ferðir um árið verður skipa fyri Føroya Banka kvøldið.

Matstovan Barbara keypir ein part av fiskinum, ið fiskirannsóknarskipini bera við sær heim eftir hálvárligu kanningarnar á Føroya Banka. Hesaferð var tað millum annað hýsa, kongafiskur og so sjálvandi víðagitni toskurin.

Fiskurin av Føroya Banka sigst at vera serligur, millum annað orsaka av undirgrundini (nógv kálk); og so tí at toskurin veksur so ótrúliga nógv skjótari enn annar toskur. Hevur tú nakrantíð sæð ein risa tosk, ja, so er hann allar helst úr Føroya Banka.

Kontrastir sum rigga

Vit fingu fimm rættir hetta kvøldið, umframt dessert.

Fyrst á borðið komu tveir rættir, sum stóðu í beinleiðis kontrast við hvør annan – kjálkar av toski í tempuradeiggi og friturustokt, saman við einum deiligum og frískligum salsa av piparfrukt.

Hin rætturin var tatar av hýsu; rá smáttsaksað hýsa við nógvum sitrus - eg haldi at tað var lime - og eitt sindur av majonesi, ella kanska var tað súrrómi. Afturvið tartarinum var okkurt tey kallaðu ‘tapioca’ - hetta vóru keksir sum kundu minnt um tað sum nógvar thailendskar matstovu servera sum ‘rækjukips’, tey vóru vøkur, svørt við hvítum plettum. Tær hóskaðu væl til heildina, og góvu okkurt gott og broyski at standa ímóti mjúku ráu hýsuni á mjúka majonesinum. Ein frálík byrjan!

Hóast severingin kundi blivið ósamanhangandi, tí at rættirnir peikaðu í hvør sína ætt - friturustok og rátt - so syrgdi frískliga salsaið og kremutta majonesið fyri, at binda rættirnar saman.

Eg kundi tó hugsað mær at fingið at vita meira um hetta ‘tapioca’kipsið - var tað keypt soleiðis, ella var tað gjørt í køkinum? Og hví var tað svart?… Men tað er kanska bara eg sum eri so (mat)nørdutt, at eg vil hava yvirlit yvir hvussu allur maturin er gjørdur.

At lena seg afturá og njóta

Eftir hetta komu aftur tveir rættir: toskur við squash og soppasoði og stoktur kongafiskur á ertramosi. Rættirnir vóru báðir frálíkir.

Teir vóru kanska ikki SO áhugaverdir, men eg haldi ikki at tað gjørdi nakað.

Onkuntíð er ordiliga deiligt at bara lena seg afturá og njóta, og tað gjørdu vit. Ímeðan vit droymdu um at duga at gera so góðan fisk til døgurða heima hjá okkum sjálvum. Tað verður kanska einaferð.

Spanskar og norðurlendskar tilsipingar

Síðsti tallerkurin sum varð borðin inn, var eitt stórt fat við romanescosós (ein sponsk sós, gjørd burturúr grillaðum piparfruktum og ristaðum mandlum) og risa stórum grillaðum uggum.

Afturvið var grillaður várleykur – ein klassikari afturvið sponsku romanesco sósini – og stokt eplir í dilddressingi – ein norðurlendskur klassikari.

Fyrstu løtuna sótu vit bara og hugdu at teimum risa stóru uggunum. Síðani ótu vit. Alt. Eg trúði ikki at vit fóru at klára tað. Men tað ber væl til at eta nógvan fisk, um hann er væl gjørdur, og um tilhoyrið ikki er ov tungt.

Fiskurin var væl saltaður – kanska saltsprongdur? Kjøtið var fast og gott, og smakkríkt. Vit kendu okkum so væl nøgd eftir hendan síðsta rættin – bæði eyguni og búkurin vóru so passaliga mett.

Um eg skal koma við nakrari viðmerking til hendan rættin, so má tað vera, at hann ikki var so vakur sum hinir rættirnir. Lætt brenda rósmarinið, sum lá tvørtur um alt fatið, gjørdi mun, men eg haldi ikki at tað gjørdi nakað positivt fyri rættin. Tíbetur hevur fiskurin ikki fingið ov nógvan smakk frá rósmarininum, tí eg haldi at tað hevði verið meira enn fiskurin kláraði at borið, uttan at missa seg sjálvan burtur.

Ein fittur endi

Omaná fingu við bromberjaís við súreplakompott, sum var lætt kryddað við vanilju, og so eitt sindur av hvítari sjokolátu. Og tað var fitt. Um man kann siga tað so. Fitt upp á ein ordiliga góðan máta.

Eg kann í grundini ikki ímynda mær nakra betri dessert til at enda hesa máltíðina. Løtt og søt, uttan at vera ov søt, og vaniljan og rómin í ísinum syrgdi fyri at hon ikki fór á flog. Afturvið var ein søtlig og leskilig riesling.

Tað einasta sum eg kann hætta mær at koma við nakrari veruligari viðmerking til, er, at kaffið ikki var nóg gott. Hvat er tað við føroyskum matstøðum? Tað er alt ov ofta at ein framúr máltíð, verður endað við einum (hálv)vánaligum koppi av kaffi. Og tað er spell. Men mær dámar í grundini einki serligt at drekka kaffi oman á eina stóra máltíð, so næstuferð fari eg bara at takka nei til kaffi.

Afturvið kaffinum fingu við grappa, sum smakkaði væl; men tá hevði eg fingið alt ov nógv chablis, og orkaði ikki at drekka meira, so tað fór til spillis, tíverri.

Vínskrá við chabli og meira chabli

Tað er sjáldan at eg velji at fáa mær eina heila vínskrá afturvið matinum – partvís tí at eg ofta haldi at tað verður ov nógv vín íalt (eg skal oftast beint heim til børnini aftaná, og tá eru trý gløs ella meira ov nógv fyri meg); men mest av øllum tí at eg haldi at tað er ógvuliga sjáldsamt at uppliva eina vínskrá sum er góð.

Oftast kennist vínskráin mest sum órógv – nýggjur rættur OG nýtt vín. Ofta er bæði vínið gott og maturin góður, men tey svinga einki serliga væl saman; í mesta lagi fínt, og hví tá skifta vín?

Er vínskráin ikki ordiliga væl gjørd, so dámar mær betur at velja eitt, kanska tvey sløg av víni, og halda meg til tey bæði ígjøgnum alla máltíðina. Ofta verður tað tá til “trygg” val, sovorðin vín, sum eg VEIT klára tað mesta.

Men vínskráin hetta kvøldið var júst sum hon skuldi vera. Vit fingu fyrst eitt ísakalt glas av cava sum vælkomudrykk. Tað var veruliga ein góð cava! Eg haldi ofta at cava er ov gumpatungt at brúka sum vælkomudrykkur, kennist onkusvegna so klossutt; men hendan var rein og fín og týðilig – hon boðaði so týðiliga frá hvat vit høvdu í væntu hetta kvøldið.

Afturvið teimum báðu fyrstu rættunum fingu við eina Chabli – ógvuliga klassisk. Føtt og beinrakin, sum ein fínligur, nettur franskmaður, í svartari skjúrtu og markantum brillum, tó uttan at vera keðiligur; latum okkum siga at hann hevði krúllur og eitt stórt smíl. Ja, soleiðis var hetta vínið.

Tá ið næstu rættirnir vórðu bornir inn, væntaði eg at fáa eitt nýtt vín, men nei, eg fekk bara meira Chablis upp í glasið. Juhuuu, hugsaði eg. Tað var onkursvegna so frígerandi, bara at sleppa at njóta góða matin og góða vínið, eg longu var komin at kenna – vit vóru komin í prát, eg og hesin netti franski harrin.

Tá ið høvuðsrætturin var borðin inn, kom tænarin við nýggjum gløsum, og eg var spent uppá hvat hann fór at koma við – hvat fyri vín hevði nóg nógv bein í nøsini, til at taka yvir eftir fatta fína netta franska harran? Jú, tað var sjálvandi abbi hansara - enn ein Chablis(!), men hesaferð nógv mjúkari og rundari – kanska eld eitt sindur á fati.

Og tá ið eg smakkaði høvuðsrættin, gav skriftið SO góða meining. Eg sum helt at hin netta chablisin kundi alt í heiminum… nei, har tók eg feil. Salti toskurin, við ristaðu romanescosósini, hevði absolutt betur ein einum meira rundum víni – og tað fingu vit.

Ein sublim vínskrá við chablis oman á chablis! Tað sigst at chablis og fiskur av Føroya Banka hóska so væl saman, tí at undirgrundin er hin sama har tey vaksa. Hvør veit, kanska er nakað um tað!

Føroya Banka kvøld mars og septembur

Tíverri kanst tú ikki fara beint at bíleggja borð – hóast eg hevði viðmælt tær at gera tað, um tað bar til. Føroya Banka kvøldini eru bert tvey vikuskifti um árið.

Hetta er í sambandi við at Fiskirannsóknarstovan ger kanningar á Føroya Banka í mars og septembur. Ein partur av fiskinum, ið fiskirannsóknarskipini taka við heim eftir túrin, verður seldur matstovuni – og síðani matgjørdur sama vikuskiftið.

Á sosialu miðlunum og í tíðindabrævinum hjá Barbaru, ber til at fylgja við nær tað ber til at bíleggja borð til Føroya Banka-vikuskiftið í mars 2022 – oftast byrjar sølan einar tvær vikur frammanundan tiltakinum. Og eftir hetta góða ummælið, er nokk gott at bíleggja borð í góðari tíð næstuferð.

Toskur av Føroya Banka og epli úr….?

At enda vil eg her prenta eina áheitan til allar føroyskar matstovur, um at gerast partur av arbeiðinum fyri at velta meira grønmeti í Føroyum.

Vit leggja nú stóran dent á at fiskur og/ella kjøt, ið verður borðreitt á matstovunum er føroysk; men hvussu við eplunum? Hvaðani koma tey? Kanska vóru tey eg fekk hetta kvøldið føroyskt. Eg veit ikki.

Og kanska vóru várleykirnir eisini føroyskir? Eg veit ikki. Eg veit ikki, tí at tað bleiv ikki borið fram, sum man bar fram upprunan av fiskinum. Og tað er spell… tí hava tit roynt eina føroyska gularót?

Um ikki, so veit eg ikki um tú skalt gera tað, tí tað vendst ikki aftur. Og hevur tú roynt eina, so veitst tú, at hin smakkar so nógvar ferðir betur enn nakað sum vit nakrantíð kunnu keypa innflutt. Og ikki bara tað – hon er eisini nógv umhvørvisvinarligari.

So góðu, góðu, matstovur! Komið nú inn í grønmetiskampin! Og byrjið bara beinanvegin – árstíðin er júst hin rætta at byrja. Næstuferð ynski eg mær føroyskar purrur afturvið Føroya Banka toskinum <3

---

Teitur Christiansen

Teitur Christiansen er høvuðskokkur á Barbaru, og hevði gjørt matarskránna hetta kvøldið (óivað við góðari hjálp frá øllum hinum kokkunum í køkinum). Í komandi viku verður ein samrøða við Teit á hesum síðunum. Ein samrøða um mat og íblástur.

AT SETA Í BOKS:

Maturin

Maturin var framúr! Eg gleði meg longu til næstuferð! Serliga góð var ráa hýsan, sum bleiv serverað sum tatar, við nógvum súrleika. Men eg ynski mær meira føroysk grønmeti á føroysku matstovunum í framtíðini.

Umhvørvið

Vit eru altso vorðin so nógvar ferðir ríkari, eftir at allar hesar ‘nýggju’ matstovurnar opnaðu niðri Reyni – Áarstova, Fútastova, Ræst, Barbara og Katrina Christiansen. Allar í so hugnaligum gomlum húsum. Hvørt við síni egnu sjarmu. Innrættingin inni á matstovuni Barbaru hevur verið hin sama øll árini, og tað er heilt fínt - tí hví broyta okkurt sum riggar so væl?

Eg má tó (enn einaferð) viðmerkja, at kjólin sum kvinnuligu tænararnir eru í, er púrasta malplaseraður í mínum eygum, og NÚ má vera upp á tíðina at fáa hann skiftan út. Ein hvítur tunnur bumullskjólið – sum man sær ígjøgnum, og tí noyðist at vera í leggings innanfyri, og so ein matrósa-“look alike” vestur uttan á. Alt annað er so gjøgnumført. Men kjólin… hann rakar SO langt við síðuna av…. Og stál kaffikannurnar… út við teimum eisini. Tær síggja altso heilt løgnar út har inni.

Tænasta

Tænastan var ógvuliga góð. John Mikkelsen, sum er matstovuleiðari á Barbaru og á Áarstovu, var um okkara borð hetta kvøldið, og tað var heppið hjá okkum; tí John visti eina rúgvu at fortelja: um matin, um toskin, um vínið og alt møguligt annað sum ein sum eg kann finna uppá at spyrja um.

Prísstøðið

Kvøldið kostaði 1.300 krónur pr. persón – prísurin var fyri matskránna, vælkomudrykk, vín afturvið matinum, omaná, dessertvín, kaffi og grappa afturvið kaffinum. Eg má siga, at 1.300 krónur eru nógvir pengar úr mínum lumma – tí mínir lummar eru ikki so djúpir, sum hjá summum øðrum – men peningurin er ógvuliga væl givin út, um góður matur stendur høgt á raðfestingarlistanum; og tað ger hann hjá mær. 1.300 krónur fyri hesa máltíðina, og tað góða vínið, er ein heilt góður prísur.

Matskráin, uttan vín, kostar 750 krónur, og tað er heilt bíligt fyri eina so góða matuppliving.

Fari eg aftur?

Eg havi verið fyrr og fari heilt víst aftur! Føroyabankakvøldini eru tvær ferðir um árið – í mars og í septembur. Tað kann vera trupult at fáa borð, so tað ræður um at fylgja við, tá ið tað byrjar at nærkast, og at bíleggja borð beinanvegin.

Saman við hvørjum?

Næstuferð farið eg saman við verforeldrunum. Tey vóru framvið dagin eftir at vit høvdu verið úti og etið, og eg tosaði so nógv um, hvussu gott tað var, at tey fingu meg at lova at bíleggja borð til fýra fólk næstuferð, soleiðis at tey kundu koma við.

Far saman við onkrum, sum elskar mat, tí hetta kvøldið er næstan meira um matin enn um samveru og prát – og tey ið elska mat skilja, at hetta er ikki nakað ringt.

---

Um ummælini!

Komandi tíðina farið eg á leið einaferð um mánaðan at ummæla eina matstovu í Føroyum, umframt ymiskt mat-tiltøk. Hetta er annað ummælið í røðini.

“Eg skrivi matummæli og matviðmæli, tí eg havi virðing fyri teimum, ið hava gjørt matin. Eg skrivi matummæli og matviðmæli, tí at matur er skapandi arbeiði – bæði eitt handverk og ein listagrein; og eg vil geva teimum, ið skapa, eitt aftursvar uppá tað tey hava skapt. Eg skrivi matummæli og matviðmæli, tí at eg haldi tað hava týdning. Ja, tí skrivi eg.”

Í øllum mati er samskifti, og tað er hetta samskiftið, sum eg við mínum ummælum royni at geva aftursvar uppá. Eg ummæli slíkt, sum eg meti vera vert at samskifta um.

Eg ummæli bara slíkt, ið eg meti vera gott mathandverk og/ella matlist.

So hóast summi ummæli kunnu tykjast kritisk, so vóni eg at tit, sum lesa ummælini (og serliga tit, ið gera matin eg ummæli), skilja, at eg ikki hevði vilja ummælt matstaðið, um ikki eg hevði virðing fyri arbeiðinum tit gera, og at eg ummælið tað, tí at eg haldi tað vera vert at ummæla. Eg sigi tað aftur: Eg ummæli bara slíkt, ið eg meti vera gott mathandverk og/ella matlist. Minnist til tað, tá ið tit lesa.