Undirsjóvartunnlarnir lýsa blátt

Koyrir tú ígjøgnum teir tríggjar undirsjóvartunnlarnar í dag, so fert tú óivað at leggja merki til, at tunnlarnir lýsa við bláum ljósum. Hetta er í samband við átak, sum Svimjisamband Føroya stendur á odda fyri

Soleiðis sær Eysturoyartunnilin út í morgun. (Mynd: Svimjisamband Føroya).
Kristian Waag Dam
25. juli 2022 kl. 09:44

Koyrir tú ígjøgnum teir tríggjar undirsjóvartunnlarnar í dag, so fert tú óivað at leggja merki til, at tunnlarnir lýsa við bláum ljósum. Hetta er í samband við átak, sum Svimjisamband Føroya stendur á odda fyri.

Í dag er altjóða dagurin til fyribyrging av druknivanlukkum, ið Sameindu Tjóðir hava ásett at vera á hvørjum ári tann 25. juli. Tað er í hesum sambandið, at Svimjisamband Føroya skipar fyri átakinum “trý um árið er ov nógv”, ið skal vera við til at varpa ljós á at ov nógv drukna í Føroyum. Í miðal drukna trý fólk um árið í Føroyum.

Átaki hjá svimjisambandinum byrjaði longu í síðstu viku, millum annað hava tey havt ein bás í SMS og á Laksatorginum, har møguleiki hevur verið at fingið nærri kunning um trupulleikan.