Undirskriftainnsavnan hjá Amnesty skal leggja trýst á Sólvit E. Nolsø

Í dag byrjar undirskriftainnasavningin hjá Amnesty International Føroyar. Endamálið við henni er at heita á Sólvit E. Nolsø, sum er almannamálaráðharri og varðar av abortlógini, um taka stig til at dagføra føroysku abortlógina, so hon virðir rættindini hjá gentum og kvinnum at taka avgerðir um egnan kropp og nøring.

Kristian Waag Dam
28. september 2022 kl. 12:13

Í dag byrjar undirskriftainnasavningin hjá Amnesty International Føroyar. Endamálið við henni er at heita á Sólvit E. Nolsø, sum er almannamálaráðharri og varðar av abortlógini, um taka stig til at dagføra føroysku abortlógina, so hon virðir rættindini hjá gentum og kvinnum at taka avgerðir um egnan kropp og nøring.

- Í Amnesty eru vit sannførd um, at vit øll hava rætt at taka avgerðir um egnan kropp, nøring og framtíð, og tí halda vit eisini, at gentur og kvinnur í Føroyum skulu hava møguleika at taka abort, um tær ynskja tað, skrivar Amnesty í tíðindaskrivi. Um núverandi føroysku fosturtøkulógina skrivar Amnesty soleiðis:

- Hesi rættindini er tryggjaði í altjóða mannarættindasáttmálum og skulu tí eisini viðurkennast í innlendis abortlóggávu. Ein dagførd føroysk lóggáva má tryggja, at kvinnur kunnu fáa abort undir tryggum umstøðum við virðing fyri sínum ynski, tørvi og rætti.

Tað er ikki av tilvild at undirskriftaundirsavningin byrjar í dag. Dagurin í dag er altjóða dagurin fyri trygga fosturtøku. Eitt av grundleggjandi virðunum hjá Amneysty, er altjóða samhaldfesti, tí vera tað ikki bert føroyingar, ið fara at arbeiða við hesum málinum.

- Hvønn mánaða skriva fleiri hundrað føroyingar fyri fólkum kring allan heim, og frá í dag av fara fólk uttanlands at skriva fyri hesum málinum. Vantandi møguleikin hjá kvinnum í Føroyum at taka abort hevur vakt stóran ans uttanlands og sjálvandi eisini hjá øðrum Amnesty-deildum. Í dag og komandi tíðina verða tað tí fleiri aðrar deildir hjá Amnesty, sum savna inn undirskriftir saman við okkum, skrivar Amnesty í tíðindaskrivi.