Undirvísing í Føroyskum til tilflytarar

Klaksvíkar kommuna ætlar nú at bjóða meira umfatandi undirvísing í føroyskum sum annaðmál.

Helgi Hoydal
28. september 2022 kl. 19:00

– Tað er ein sannroynd, at tað í nógvum førum er tørvur á einum drúgvari undirvísingartilboði, fyri at hjálpa tilflytara at ogna sær munagóðar førleikar í føroyskum máli, mentan og innlit í samfelagslig viðurskifti, skrivar Klaksvíkar kommuna í tíðindaskrivi.

Talan er í fyrstu atløgu um eina royndarverkæltan. Tað er ikki nakað nýtt at kommunan bjóðar undirvísing í føroyskum, men talan er um eitt annað tilboð enn tað tey flestu eru von við. Í staðin fyri at bjóða alt sum frítíðarundirvísing um kvøldarnar, verður nú møguligt hjá fólki verður tað undirvísing um dagarnar.

– Um nóg stór undirtøka verður fyri útbúgvingartilboðnum á Kambsdali, er ætlanin at byrja FSAundirvísing eftir heystfrítíðina. Undirvísingin verður staðsett á Miðnámi á Kambsdali/Klaksvík, og øll áhugað hava møguleika at melda seg til, skrivar kommunan.

Skúlagongdin verður eftir ætlan fimm dagar um vikuna, fýra tímar um dagin. Næmingarnir byrja á tí støði, og eftir førleikum sum teir hava frammanundan.