Ungdómsbókasavnið letur upp á Býarbókasavninum

Hósdagin 22. september letur nýggja ungdómsbókasavnið upp fyri almenninginum við røðum og framførslum, og høvi verður at síggja ungdómsbókasavnið

(Mynd: Tórshavnar kommuna).
Kristian Waag Dam
20. september 2022 kl. 10:55

Nú fáa tey ungu sítt egna bókasavn. Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá á heimasíðu teirra. Komandi hósdag letur nýggja ungdómsbókasavnið á Býarbókasavninum í Havn upp fyri almenninginum.

Í fjør varð farið í holt við at umvæla 2.hædd, og nú endiliga er ungdómsbókasavnið klárt at lata dyrnar upp. Á ungdómsbókasavninum hava tey ungu umsíðir fingið sítt egna stað, eitt bókasavn, ið er serliga innrættað til teirra.

- Ungdómsbókasavnið er blivið eitt innbjóðandi stað, sum gevur teimum ungu íblástur, møguleika og umstøður at vera á bókasavninum. Umframt at hava eitt gott úrval av ungdómsbókum á bæði føroyskum, donskum og enskum, hevur ungdómsbókasavnið eisini teknirøðir, pláss at spæla borðspøl, lesikrókar og góðar lestrarumstøður. Á vetrarskránni fyri ung eru millum annað lesiringar fyri ung, verkstovur og borðspælskvøld, skrivar kommunan á heimasíðu teirra.

Hósdagin 22. september letur nýggja ungdómsbókasavnið upp fyri almenninginum við røðum og framførslum, og høvi verður at síggja ungdómsbókasavnið.

Les skránna her.

Kelda: Tórshavnar kommuna