Ungi filmsspírin Brandur Teitsson farin undir at gera nýggjan stuttfilm

Filmsvinna er blómandi í Føroyum. Eisini eru fleiri ung byrjaði at áhuga seg innan evni. Ein teirra er 17 ára gamli Brandur Teitsson, sum ígjøgnum fleiri ár hevur verið virkin innan film. Nú er hann farin undir at gera nýggjan stuttfilm, ið verður róptur "Kennir tú kensluna?"

Anna Joensen-Næs
24. apríl 2021 kl. 19:47

Brandur er 17 ára gamal og gongur á miðnámi á Glasi. Ígjøgnum fleiri ár hevur hann verið áhugaður innan film, og hevur ongar ætlanir um at steðga við at gera film beint nú. Hann hevur áður verið fleiri ár á rað á filmsskúlanum í Nólsoy, ið verður róptur Nóllywood. Síðani fortelur hann um onnur tiltøk hjá Klippfisk, ið hann hevur verið ein partur av. Harímillum ymisk bootcamps, 48 tímar kappingar og líknandi.

Sjálvur sigur hann seg hava mest áhuga innan tað tøkniliga sum kamera, ljós og klipping. Men tað steðgar honum ikki, í at royna ymiskt annað. Hann hevur hjálpt til á fleiri framleiðslum sum rennari. Eisini hevur hann arbeitt nógv við lýsingum.

Kennir tú kensluna? er triðji stuttfilmur, ið Brandur hevur leikstjórnað. Hann byrjaði við filminum, ið verður róptur “Endurlit”, síðani einum øðrum, ið hevur heitið “Midnáttarsól”.

Fleiri avbjóðingar hava verið í mun til verkætlanina

Alt byrjaði í septembur í fjør. Eg fekk eitt hugskot, og fór beint til verka, sigur leikstjórin Brandur. Tað tók langa tíð áðrenn filmingin fór í gongd, orsaka av skúla og øðrum. Seinni søktu vit um stuðul, og tíbetur fingu vit hann.

Í februar byrjað alt av álvara. Skil kom á tað praktiska, leikarar vóru funnir og sjálva filmingin byrjaði fyrst í apríl í páskafrítíðini. Sokallaða ballingarsenan bleiv filmað, og júst tá ið ætlanir vóru, um at fara at filma í fjøllunum í Oyndarfirði, kom kavin. Verkætlanin steðgaði upp. Nógv á filmsliðnum skuldu byrja í skúla aftur aftaná páskafrítíðina. Orsaka av hesum, bleiv filmingin útsett. Í gjár byrjaði filmingin aftur. Tey ungu eru fult í sving. Brandur vónar, at filmurin er liðugur skjótast gjørligt.

Nýggi stuttfilmurin Kennir tú kensluna?

Stuttfilmurin Kennir tú kensluna? snýr seg um ein drong, ið stríðist við sosialum angistið. Vinmenn hansara ynskja at hjálpa honum við hesum, og biða hann tí halda ball. Í fylgi teimum, er ball er ein upplagdur møguleiki at fáa eina góða kenning og tosa við nógv nýggj fólk. Men nallið gongur galið. Vinmenninir hava kroyst hann útí nakað, ið hann ikki megnar at halda tamarhaldið á. Ballið verður ov vilt og einki skil er á.

Samstundis, sum alt hetta hendur, far hann eyga á eini vakrari gentu. Drongurin fortelur vinmonnum sínum um hana, og teir síggja beinanvegin eisini gentuna, sum ein upplagdan møguleiki hjá honum, at royna nakað nýtt og bróta eitt mark.

Vit eru nú stødd í einum dalið. Drongurin vaknar. Hann og gentan liggja nú lið um lið. Hvat er hent, minnist hann ikki.

Týdningarmikið, at vísa á ungdómin við einum føroyskum sjónamiðið

Vit her heima í Føroyum, eru bert ein lítil brotpartur av verðini. Brandur sigur sjálvur, at umheimurin og tey vaksnu kenna slettis ikki til tann føroyska ungdómin, og hvussu vit liva. Og um tey vita nakað, eru tað tey vaksnu, ið siga frá. Har eru eingir dygdargóðir føroyskir filmar um evni, ið somuleiðis eru skrivaðir av ungum.

Nógv ung uppliva sosialan angist. Hetta er eisini tí, at eg ynski at gera film um júst tað, sigur Brandur avgjørdur. Tað er týdningarmikið, at tosa opið um sálarligar trupulleikar.

Framtíðarætlanir við filminum

Brandur sigur frá, at ætlanin er, at senda filmin á ymiskar ungdómsfilmsstevnur. Á hendan hátt, vísa vit umheimin á føroyska ungdómin. Vit fáa eina føroyska rødd út í heim, sum umboðar tey ungu.

Síðani leggur hann aftrat, at hann ynskir, at filmurin skal gerast almennur skjótast gjørligt. Tað ber ikki til at siga longu nú, hvar fyrsta sýning verður, so sum hyggjari er hent er fylgja við á teimum sosialu miðlunum og líknandi.