Ungur fólka-og popptónleikari fer at syngja og spæla í Vágsbotni í summar

Hann hevur útgivið fleiri løg, sum føroyingar hava tikið til sín, siga fyrireikararnir

Áki Bertholdsen
1. juni 2023 kl. 12:11

Nú verður boðað frá, at eisini Fríði Sigmundsson verður at hoyra á OY Voxbotn í summar

Við guitarinum, kærleiksfullum tekstum og fangandi løgum, hevur hann útgivið fleiri løg, ið føroyingar hava tikið til sín, er skoðsmálið hann fær frá fyrireikarunum.

Frammanundan er greitt, at Nathan Evans, Topgunn, Katrina frá Katrina & The Waves, RSP Faustix, Marius, Lamin, Artigeardit, Maggie Reilly, Eyðun og Terji, Lena Anderssen og Superloader koma á OY Voxbotn í summar.