Tað er vandi fyri, at hetta fer at gera tað dýrari hjá fólki at byggja. Tað heldur ein stórur meiriluti av Løgtinginum.
Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at tey, sum byggja sær bústað, skulu fáa mvg aftur, men afturfyri skulu tey so ikki fáa rentustuðul.
– Fyri tann, ið byggir, tað ein fyrimunur, tí stuðulin verður útgoldin beinanvegin heldur enn yvir 30 ár, sigur Fólkaflokkurin.
Hetta ger serliga galdandi hjá yngri fólki, tí tað er ímeðan fólk eru ung, at tey hava mest brúk fyri pengum.
Hetta merkir aftur, at tá ið ein bústaður hevur fingið mvg aftur, kann hann ongantíð fáa rentustuðul. Úrslitið er, at sum frálíður dettur skipanin við rentustuðuli burtur.
Tað er ein sparing fyri landið, tí í dag kunnu hús verða seld fleiri ferðir og Landskassin letur rentustuðul hvørja ferð, heldur Fólkaflokkurin.
Men tað er greitt, at Fólkaflokkurin stendur púra einsamallur við hesi ætlanini, tí eingin annar tekur undir við teimum.
Uppskotið hevur verið til viðgerðar í Fíggjarnevndini og har mælir ein stórur meiriluti Løgtinginum frá at taka undir við tí.
Hesin meirlutin eru umboðini fyri samgonguna, nevniliga Eyðgunn Samuelsen, Bjarni Hammer, Eirikur í Jákupsstovu og Hanna Jensen, umframt umboðið fyri Sambandsflokkin, Magnus Rasmussen, og umboðið fyri Miðflokkin, Steffan Klein Poulsen.
Tey meta, at við tí stóra trotinum á bæði bústøðum og handverkarum, kann hetta føra við sær, at tað bara fer at verða dýrari at at byggja.
Tað er eisini vandi fyri, at tilfarið verður dýrari, og at arbeiðslønin hækkar, og so fáa tey, sum byggja, einki burtur úr hesi mvg afturberingini.
Tey siga, at eitt dømi um hetta eru jarðhitaskipanir har tey, sum fáa sær jarðhita, fáa mvg aftur. Men ein avleiðingin av tí varð, at tað bleiv dýrari hjá fólki at fáa sær jarðhita, so fólk fingu ikki so nógv burturúr.
– Undir øllum umstøðum má ansast eftir, at eitt tílíkt tiltak ikki skundar undir spekulatión, halda tey í meirilutanum.
Tey halda eisini, at tað verður tvørligt at umsita tvær skipanir, bæði eina skipan, har fólk fáa mvg aftur og eina skipan, har fólk fáa rentustuðul.
Skipanin við rentustuðlinum er mestsum sjálvvirkandi, men mvg verður gjørt upp hvønn ársfjórðing og krevur fitt av umsiting, tí tað krevur tvey ella trý starvsfólk fulla tíð.
Beinir Johannesen, sum er umboð fyri Fólkaflokkin í Fíggjarnevndini, tekur eyðvitað undir við uppskotinum.
– Hetta uppskotið hevði skundað undir, at fleiri bústaðir vórðu bygdir, og tí loystu ein trupulleika, ið vit hava í dag, heldur hann.
– Vit síggja, at tølini ganga skeiva vegin. Burðartalið lækkar, og alsamt fleiri ung flyta av landinum. Støðan er álvarsom, og tí eiga tiltøk at verða í verk sum skjótast, sigur hann.