Uppsøgnin av heilsuskipanini gevur nýggjar møguleikar

Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Tað tykist at vera hugburðurin hjá Steinari Eirikstoft, stjóra á Sjúkrahúsverkinum, nú felagið handan heilsuskipanina hevur uppsagt sáttmálan. - Nú fáa vit sett krøv til nýggja skipan, ið skal lúka tey krøvini, sum vit hava, sigur sjúkrahússtjórin, sum sostatt eisini sær møguleikar við uppsøgnini.

Steinar Patursson
7. desember 2021 kl. 16:15

Hóast tað verður ein umfatandi og ikki minst dýrur umgangur at skifta heilsuskipanina, velur Steinar Eirikstoft, stjóri á Sjúkrahúsverkinum, at síggja støðuna sum at ”glasið er hálvfult”, sum hann orðar seg.

Sjúkrahúsverkið boðaði í gjár frá, at svenska fyritøkan Cambio hevði uppsagt sáttmálan um heilsuskipanina Cosmic, sum føroyska heilsuverkið brúkar.

Men við uppsøgnini er nú eisini møguleiki fyri at fáa eina nýggja skipan, ið er betri egnað til nútímans føroyska heilsuverkið og tey krøv, ið føroyska heilsuverkið hevur, heldur Steinar Eirikstoft og leggur aftrat, at Cosmic skipanin eftirhondini er vorðin nakað gomul.

- Nú fáa vit sett krøv til nýggja skipan, ið skal lúka tey krøvini, ið vit hava. Tað skal ikki vera nøkur loyna, at tað vóru nøkur ting við Cosmic, ið vóru trupul at fáa at passa til støðuna, sum hon sær út í dag, millum annað við talgildu Føroyum, og hvussu hon tosaði við Vangan. Tað var tungt. Har er so potentiali fyri at fáa okkurt, sum er smidligari, riggar betri og veitir betri tænastu fyri borgaran, sigur Steinar Eirikstoft.

Tvey ár at finna nýggja skipan

Orsøkin til uppsøgnina er, at Cambio hevur ætlanir um at hugsavna seg um svenska heimamarknaðin, og tí hevur fyritøkan sagt sáttmálarnar upp við allar kundar uttan fyri Svøríki, sum í dag millum annað eru í Danmark, Stórabretlandi og Grønlandi. Samstundis hevur Cambio ætlanir um at menna ein nýggjan pall, og Cosmic verður tí sleptur.

Cambio hevur sagt sáttmálan við Heilsuverkið upp við tvey ára freist, Heilsuverkið hevur sostatt tvey ár at finna eina nýggja skipan.

- Tað verður rættiliga trupult. Tað er rættiliga stutt tíð, og tað er ikki óhugsandi, at vit verða noydd at tosa við Cambio um at gera ein sáttmála, ið kann halda okkum koyrandi eitt lítið sindur longur, sigur Steinar Eirikstoft.

Er tað einasta neyðloysnin, um so er, at tvey ár eru farin, og eingin onnur skipan er komin ístaðin?

- Ja, tað rokni eg við. Pappírsloysnir eru púra ógjørligar í dag, nú alt annað er vorðið talgilt, sigur Steinar Eirikstoft, sum eisini vísir á, at Heilsuverkið hevur verið kundi hjá Cambio í nógv ár, og at tað er ikki óhugsandi, at Cambio játtar leingina í eitt tíðarskeið, soleiðis at heilsuverkið kann finna eina aðra skipan.

Stór uppgáva fyri framman

Nú verður tað uppgávan hjá Heilsumálaráðnum at finna útav, hvussu arbeiðið við nýggjari skipan skal skipast, hvørjar kravfestingar verða, og hvør skal manna verkætlanarbólkar.

- Og tað er har, tað skal finnast útav, hvat er møguligt, og hvat ikki er møguligt, sigur Steinar Eirikstoft.

Hvat er kostnaðarstøðið á at implementera eina nýggja heilsuskipan?

- Tað er trupult at siga. Tað veldst eisini um, hvussu nógv krøv til skipanina, hvussu dýr hon verður. Tað vildi verið óseriøst, um eg setti  eina upphædd á, men hetta eru týðandi upphæddir, sigur Steinar Eirikstoft og vísir á skipanina sjálva, starvsfólk og projektbólkar, sum skulu arbeiða við tí burturav, umframt kostnaðin at tillaga skipanina til føroysk viðurskifti.

- Kanska størsta uppgávan er at flyta dátur frá gomlu skipanini til nýggju skipanina.

Talan er um stórt og rúgvismikið arbeiðið, tí alt annað líka eru skipanirnar ikki gjørdar til at tosa saman, men dáturnar mugu goymast.

- Hetta eru heilsudátur hjá føroyingum, og tær kunnu ikki bara fara burtur. Hetta má yvirførast.