Úr Beograd til Fuglafjarðar at spæla flogbólt

Vukasin Nedeljkovic spældi í bestu serbisku deildini

Dan Lamhauge
14. desember 2020 kl. 07:00

Ein dag í septembur koyrdi Bartal Eliasen vestur á flogvøllin at heinta ein ungan serbiskan mann, sum skuldi koma til Fuglafjarðar at spæla flogbólt við ÍF. Bartal er ein sonn legenda í føroyska flogbóltsheiminum. Í dag er hann við í venjaratoyminum hjá ÍF, og tí var hann sendur ørindini á flogvøllin.

- Tað fyrsta, sum eg hugsi um Vukasin, er, tá eg heintaði hann á flogvøllinum. Hann helt fast um taskuna við virðislutum, passi og VISAkorti í. Taskuna hevði hann spent um miðjuna. Tá vit komu til Fuglafjarðar, bað eg hann bara lata taskuna liggja eftir í bilinum. Tá skuldi tú sæð hann, sigur Bartal.

Vukasin, sum er stinnur í enskum, minnist tann dagin.

- Heima í Beograd er tað óhugsandi at lata virðislutir liggja í bilinum. Tað ger man bara ikki.

ÍF hevði fingið samband við Vukasin gjøgnum venjaran, sum TB hevði í fjør. Tað var rættliga skjótt, at avtala var fingin upp á pláss, og at leiðin gekk til Føroyar at spæla flogbólt.

Vukasin er úr Beograd. Hann er 23 ára gamal og hevur longu spælt fleiri ár í bestu serbisku deildini. Støðið er væl hægri enn í Føroyum. Ikki sum í Italia, Póllandi og Russlandi, men í miðjuni av evropiskum flogbólti. Nógvir flogbóltsleikarar úr Serbia hava verið runt í Evropa og spælt yrkisflogbólt. Seinastu árini eru fleiri teirra komnir heim aftur til Serbia fyri at enda karieruna. Tað hevur hækkað støðið í deildini munandi.

Vukasin spældi við Partizan Beograd, sum hevur stoltar traditiónir og nógv meistaraheiti at vísa á. Hví so koma til Føroya?

- Tá eg fekk fyrispurningin um at fara til Føroyar, bleiv eg eitt sindur spentur. So tosaði eg nógv við Bartal og Bjarna Eliasen, sum yvirtalaðu meg at koma. Eg eri sera glaður fyri, at eg tók av møguleikanum. Hetta er sum eitt ævintýr fyri meg, sigur Vukasin.

Tað kundi hugsast, at ein einsamallur maður úr Serbia keddi seg, um hann bara hevði flogbóltin at ganga uppí. Men so er ikki.

- Eg havi ríkiligt at ganga uppí. Eg arbeiði nakrar tímar um dagin á Havsbrún, har eg samstundis hitti nógv fólk. Seinnapartar eri eg venjari hjá teimum ungu í flogbóltinum, áðrenn vit á besta liðnum venja. Tað passar perfekt, greiðir hann frá.

Ungi serbin hevur eisini annað enn arbeiði og flogbólt at takast við.

- Ja, eg taki lærugreinar á lærda háskúlanum í Beograd, og tann undirvísingin er yvir netið nøkur kvøld um vikuna. Har lesi eg ítrótt og kropsmenning. Tað heldur heilan í gongd, heldur Vukasin fyri við einum smíli.

Vukasin trívist væl í Fuglafirði. Hann heldur, at Føroyar eru eitt fantastiskt land.

- Her eru nógvir fyrimunir, sigur Vukasin.

- Eg hugsaði beinanvegin um frísku luftina, tá eg kom úr flogfarinum. Og natúran er einastandandi.

Vukasin peikar út á fjørðin.

- Tað eru 15 minuttir til gongu til alt her í Fuglafirði. Koyrir tú ein tíma, so ert tú komin heilt til Havnar ella Sørvágs. Í Beograd brúkar man ógvuliga nógva tíð í bili, tí tað er so langt at koyra til alt.

- Og so er tað so trygt her, sigur Vukasin og vísir aftur á hin dagin í septembur.

Vukasin og Bartal eru í ÍF-búna. Um lítla løtu gongur leiðin til Klaksvíkar, har toppdystur móti Mjølni er á skránni. Kappingin í ár hevur verið nakað uppdeild. Tað hevur ikki koyrt hjá SÍ, og Fleyr hevur eitt ungt lið, sum er í menning. So eru tað Mjølnir og ÍF, sum dystast í toppinum. Sambært Bartali er Vukasin ein sannur fongur hjá ÍF.

- Hann er ein framúrskarandi leikari, staðfestir Bartal.

- Hann er eisini ein kapasitetur fyri felagið, tí hann tekur sær av at venja ungdómin, sigur Bartal at enda.

Dystin í Klaksvík taptu Vukasin og hinir í ÍF greitt 3-0. ÍF er tó framvegis oddalið í deildini, beint framman fyri Mjølnir á øðrum plássi. Heldur støðan sær, sleppa øll at síggja dugnaliga serban í finaluni til várs.