Úrslitið frá umboðsráðsvalinum hjá Ognarfelagnum Lív

Hesi 35 fólkini manna umboðsráðið hjá Ognarfelagnum LÍV komandi fýra árini

Finnur Koba fekk flestar atkvøður til umboðsráðsvalið hjá Ognarfelagnum Lív
Sigurjón Einarsson
31. januar 2023 kl. 16:17

Ognarfelagið LÍV skal hava nýtt umboðsráð. Tað er greitt nú freistin at atkvøða var úti á midnátt. Atkvøðurnar eru taldar upp og úrslitið er, at hesi 35 fólkini manna umboðsráðið hjá Ognarfelagnum LÍV komandi fýra árini.

Tað er Lóður, ið hevur staðið fyri valinum. Valið varð skipað við loyniorði og talgildum atkvøðuseðli. Lóður hevur talt atkvøðurnar upp og veitir vissu fyri, at úrslitið er rætt og álítandi.

Tíggju nýggj fólk eru vald í umboðsráðið. Nýggja umboðsráðið verður mannað við 19 monnum og 16 kvinnum. Nýggja umboðsráðið tekur við komandi til aðalfund.

Ognarfelagið LÍV eigur 50 prosent av Tryggingarfelagnum LÍV.