Úrslitini frá fjórða umfarinum av vetrarkappingini

Seinasta vikuskifti varð fjórða umfar av RASKA-Vetrarkappingini runnið í Sørvági

Sigurjón Einarsson
26. januar 2023 kl. 14:50

46 rennarar luttøku í RASKA-Vetrarkappingini farna vikuskifti, hóast veðrið var rættiliga baldrut.

Rógvi Kárason úr Bragdinum, sum hevur víst stórform í vetur, var greiður vinnari hjá monnum við tíðini 31.02,6 fyri teir umleið níggju kilometrarnar, sum vórðu runnir til kappingina. Honum á baki vóru Hanus í Horni Nielsen, úr Frælsinum, við tíðini 31.52,6 og Henry Olsen, úr Bragdinum, við tíðini 32.50,1.

Hjá kvinnunum vann Ann-Mari av Skarði úr Bragdinum, við 40.37,5 min., frammanfyri Lydiu Jacobsen, Roysnið, við 40.46,4, og Hallbjørg Danielsen, Roysnið, við 43.40,5 min.

Kappast varð í vanligu bólkunum hjá børnum og vaksnum.

Øll úrslitini frá RASKA VK4 í Sørvági eru at finna her.

Samlaða støðan í RASKA-Vetrarkappingini eftir fýra umfør eru at finna niðanfyri. Hóast kappingin bert er hálvrunnin, har fimm tær bestu kappingarnar av teimum í alt átta umførunum telja við, síggjast onkrar greiðar ábendingar.

Fimta umfar í vetrarkappingini, sum eisini er FM í Lendisrenning, verður runnin í Hoydølum leygardagin 4. februar klokkan 11.

Úrslitini og samlaða støðan sæst her:

Kvinnur:

Menn:

Børn og unglingar:

Veteranar:

Super- og Ultraveteranar, kvinnur og menn:

Lið, kvinnur:

Lið, menn:

Kelda: athletics.fo