USA letur upp fyri útlendskum ferðafólki

Seinasta hálvtannað árið hevur tað ikki verið gjørligt hjá ferðafólki úr ES og Stórabretlandi at ferðast til USA, men nú letur landið upp aftur fyri útlendskum ferðafólki

Sigurjón Einarsson
22. september 2021 kl. 11:03

Tað hevur ikki verið gjørligt hjá ferðafólki úr Stórabretlandi, ES, Kina og India at ferðast til USA seinasta hálvtannað árið, men nú letur landið upp aftur fyri útlendskum ferðafólki – ert tú koppsettur.

Tað upplýsti Jeff Zients, ið er koronusamskipari í Hvítu húsunum, mánadagin, skriva nógvir útlendskir miðlar, millum annað Reuters.

Landið letur upp aftur í november, ljóðar tað frá honum.

Tað hevur ikki verið gjørligt hjá ferðafólki úr ES og Stórabretlandi at ferðast til USA síðani í mars 2020.

Áðrenn tú setur teg umborð á eitt flogfar við kós móti USA, skalt tú vísa prógv fyri koppseting, upplýsir Zients, sambært New York Times.

Umframt tað, so skal ein hava eina negativa kanning, ið ikki er meira enn tríggjar dagar gomul, áðrenn komu til USA, sigur koronusamskiparin.

Enn er ógreitt, um tað bert eru koppingarevni, sum eru góðkend í USA, ið eru loyvd. Tað eru koppingarevni frá Kina og Russlandi ikki, sambært Reuters.

AstraZeneca, sum er nógv brúkt í fleiri ES-londum og Stórabretlandi, er heldur ikki góðkent.

Strangari krøv til ókoppsettar amerikanarar uttanlands

Amerikanarar, sum eru stødd uttanlands, kunnu væntað sær, at tað verða strangari krøv sett til tey, skulu tey ferðast heim aftur til USA.

Jeff Zients greiðir frá, at ókoppsettir amerikanarar skulu hava eina negativa kanning ein dag undan fráferð. Hesi skulu eisini kanna seg ein dag eftir komu.

Heilsumyndugleikarnir í USA fara eisini at krevja, at flogfeløgini samla telefonnummur og teldupostadressur hjá teimum ferðandi til eina nýggja skipan, ið skal gera tað lættari at smittuspora, ljóðar tað frá Jeff Zients.