USA: Patentverjan av Covid-19 koppseting skal fyribils takast burtur

USA tekur undir við 60 øðrum londum í WTO, ið ynskja, at pantentverjan av koronukoppseting skal fyribils takast burtur, so at fátøk lond eisini megna at koppseta sínar borgarar

Steinar Patursson
7. mai 2021 kl. 13:30

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur gjørt greitt, at hann stuðlar ynskinum hjá fleiri av londunum í heimshandilsstovninum, WTO, um at fyribils seta til síðis patentverju av koronukoppsetingum.

Fortalarar fyri ætlanini vilja vera við, at hetta fer at gera tað lættari hjá heimsin londum at fáa koppseting til vega og at fáa fólk koppsett, sigur BBC.

Andstøðingar siga hinvegin, at hetta fer at taka burtur áhugan hjá medisinalfyritøkum at menna heilivág, og sambært BBC vilja heilivágsfyritøkur vera við, at ætlanin fer ikki at hava ætlaða virknaðin.

Avgerðin hjá Joe Biden kemur eftir stórt trýst frá floksfeløgum í demokratiska flokkinum og stendur í sterkari andsøgn til støðuna hjá undanfarna forsetanum, Donald Trump og Stórabretlandi.

Tað eru India og Suðurafrika, ið standa á odda fyri einum bólki á umleið 60 londum í WTO, ið vilja hava patentverju fyri koronukoppseting sett til síðis. Londini vilja vera við, at um so verður, fáa tey lond, ið ikki eru so rík, møguleikan at fáa ferð á koppsetingarframleiðslu og koppsetingarætlanirnar.

Sambært BBC teljast londini, ið taka undir við uppskotinum, um 100, og eftir ætlan verður pallborðskjak um upphavsrætt í WTO í næsta mánaði.

Danmark telist eftir øllum at døma millum tey lond, ið kunnu hugsast at taka udnir við uppskotinum, tí danska stjórnin er til reiðar at viðgera uppskotið.

- Eg haldi, at hetta eru eini ótrúliga spennandi boð, ið koma frá amerikansku stjórnini, sigur Mette Frederiksen, statsministari, við DR.

Somuleiðis hevur Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-kommissiónini, greitt frá, at eisini ES er til reiðar at kjakast um uppskotið. ES hevur, eins og USA, áður verið ímóti.

Mette Frederiksen vísir á, at tað hevur verið breið semja um, at allir heimsins borgara skulu koppsetast móti koronu sum skjótast.

Í Týsklandi eru tey ikki eins fegin um ætlanirnar, og har ávara tey um, at avgerðin kann hava avleiðingar fyri koppsetingarframleiðsluna.

- Tað, ið avmarkar koppsetingarframleiðsluna, er framleiðslukapasitetur og høgu krøvini til góðskuna – ikki patentir, sigur ein talskvinna frá týska heilsumálaráðnum við tíðindastovuna AFP sambært Berlingske.