Útbygging av viðførishøll á flogvøllinum er gleðiligt, MEN

Terminlalurin er alt ov lítil og fleiri støðupláss, hangarar og víðkan av flogbreyt mugu eisini gerast skjótt

Jørgen Niclasen
19. september 2022 kl. 16:04

Terminlalurin er alt ov lítil og fleiri støðupláss, hangarar og víðkan av flogbreyt mugu eisini gerast skjótt.

Mong kennast við troðkan í terminalinum á flogvøllinum. Hann var lítil, tá hann var liðugur, og er hann alt ov lítil nú. Ferðavinnan veksur, men innkomuvegurin til okkara land er ikki nøktandi. Tað mugu vit gera nakað við. Útbygging av viðførishøll er farið í gongd. Tað er gleðiligt, men neyðugt er við øðrum stórum íløgum skjótt.

Loysnin kann verða, at yvirtaka Íleggingargrunnin og brúka hann til at fíggja neyðugu íløguna. Grunnurin er settur á stovn til samferðsluíløgur. Bræv um yvirtøkuna liggur í Fíggjarmálaráðnum, men løgmaður hevur ynskt at bíða og bíða, tí hann samskiftir við Mette Fredriksen. Nú er nógmikið bíða og brævið eigur at verða sent.

Í Íleggingargrunninum velur landsstýrið nevndina og hava vit tí veruliga valdið. Tí burdi yvirtøka verið ein formalitetur sum ikki merkist fyri danska statskassan.

Okkara fólkatingsumboð hava einki gjørt við málið. Fólkatingsval stendur fyri framman og fái eg møguleikin til sessin, fari eg av øllum alvi at virka fyri, at vit yvirtaka íleggingargrunnin so skjótt sum møguligt.

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður