Útsetta Mentanarnáttin 2021 verður 10. september

Fríggjakvøldið 10. september verður Mentanarnátt í Havn. Tað er dagurin, tá ið stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og gistingarhús spenna seg út og handlarnir hava leingi opið

Tíðindaskriv
26. juli 2021 kl. 15:02

Livandi tónleikurin sermerkir eisini Mentanarnáttina bæði innan- og uttandura. Mest sum allastaðni í býnum er tónleikur at hoyra.

Vanliga er mentanarnáttin fyrsta fríggjakvøld í juni, men koronustøðan forðaði fyri henni tá. Nú er støðan lukkutíð ein onnur. Visit Tórshavn hevur ráðført seg hjá koronuráðgevingini, sum metir tað vera ráðiligt at halda eina mentanarnátt 10. september uttan avmarkingar.

Vit gleða okkum til at enda summarið við einum braki av einari mentanarnátt!

Skráin til Mentanarnáttina plagar at vera drúgv og fjølbroytt, og hevur tú okkurt tiltak, sum tú kundi hugsað tær at fingið við í skránna, ert tú vælkomin at senda teldubræv til torsinfo@torshavn.fo ella ringja á tel 30 24 25.

Seinasta freist at lata tilfar til skránna er mikudagin 18. august.

Visit Tórshavn