Vænta ikki at føroyskar fyritøkur koma í neyð

Russiska virksemið í Føroyum verður nógv avmarkað og tað fara nakrar fyritøkur í Føroyum at merkja

Áki Bertholden
1. juni 2023 kl. 10:56

Vit vænta ikki, at hetta fer at fáa nakrar serligar avleiðingar fyri føroyskar fyritøkur. Tað sigur samgongan, nú samgongan hevur kunngjørt, hvørji tiltøk verða sett í verk ímóti russarum.

Sum vit skrivaðu í áðni verður alt russisk virksemi í Føroyum skert niður í 25 prosent av tí tað var.

Les meiri um tað her: https://www.dimma.fo/grein/russiska-virksemid-i-foroyum-verdur-munandi-avmarkad

 Tey í samgonguni eru greið yvir, at hetta fer at raka nakrar føroyskar fyritøkur, nevniliga tær, sum veita russisku skipunum ymsar tænastur.

Men tey siga, at tilsamans keypa russisk skip fyri 400 milliónir um árið úr Føroyum. Einar 300 milliónir av teimum eru olja - og tey russisk skip, sum enn sleppa í føroyska havn, kunnu framvegis bunkra olju, proviantera og skifta manning.

Men tey fáa ikki nakrar aðrar tænastur, uttan at talan er um neyðstøðu. Og í samgonguni staðfesta tey, at tað fer at fáa avleiðingar fyri nakrar fyritøkur. men tað verður ikki verri enn so, enn at tað fara tær at tola – tó at virksemið fer at minka nakað.

– Hetta er ikki eitt stórt fíggjarligt inntriv í virksemið hjá hesum fyritøkum, halda tey í samgonguni. Samstundis er støðan tann, at her er arbeiðið til allar hendur, so tey halda ikki, at hetta verður nakað álvarsligt bakkast fyri føroyska samfelagið.

Men tey fylgja við støðuni og eru til reiðar at taka tað upp, vísir tað seg at verða neyðugt. Og hóast tað verður eitt bakkast, má tað setast upp ímóti tí, at Russland er lopið á eitt annað land, er støðan hjá samgonguni.