Væntanirnar til heimsins størstu ráðstevnu um kjarnorkuavvápnan eru lágar

Í dag byrjar heimsins størsta ráðstevna um kjarnorkuavvápnan. Nógv er á skránni á ráðstevuni, men hesaferð eru vónirnar lágar, orsakað av spentu alheimsstøðuni. Spennandi verður eisini at síggja, um USA og Russland kunnu samráðast

Frá vinsru sæst Philip Barton, Andrea Thompson og Nicolas Roche, ið umboða ávikavist Bretland, USA og Frankaríki. (Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
1. august 2022 kl. 17:17

Í dag møtast diplomatar og politikarar úr Russlandi, Ukraina, Kina, Iran, USA og Danmark, á ráðstevnu, ið skal snúgva seg um at minka um mongdina av kjarnorkuvápnum í heiminum. Ráðstevnan, ið er tann størsta av sínum slag, verður hildin í New York.

NTP-traktatin, sum kom í gildi í 1970, hevur til endamáls at minka um kjarnorkuvápn í heiminum. Londini knýtt at avtaluni møtast fimta hvørt ár.

Hóast nógv er á skránni til ráðstevnuna, so eru væntanirnar ikki góðar, orsakað av spentu alheimsstøðuni, sum hevur valdað, síðani russisku innrásina í Ukraina í februar.

Í danska morgunútvarpinum P1Morgen greiddi Rens van Munster, ið granskar kjarnorkuvápn og er knýttur at Dansk Institut for Internationale Studier, frá, at væntanirnar til fundin er lágar. Sambært honum eru tað tvær orsøkir.

Fyrra orsøkin er, at tey lond, ið eiga kjarnorkuvápn, als ikki hava verið áhugaði ið at minkað um mongdina av kjarnorkuvápnum, hóast tey eru við í NTP-traktatini. Tær størstu kjarnorkutjóðirnar eru satt at siga í holt við at modernisera teirra kjarnorkuprogrammir. Seinna orsøkin er spenta støðan millum USA og Russland. Haraftrat er sambandið millum USA og Kina eisini rættiliga vánaligt.

Tað týdningarmesta á ráðstevnuni er, at stórveldini práta saman, men hetta kann gerast trupult, um kríggið í Ukraina kemur á breddan. Tó hava USA og Russland áður megnað at gjørt avtalur á kjarnorkuøkinum, hóast støðan millum londini hevur verið spent, greiddi Rens van Munster frá.

Í dag verður hildið at nýggju lond hava kjarnorkuvápn í heiminum. Tey eru USA, Kina, Frankaríki, Bretland, Russland, India, Ísrael, Pakistan og Norðurkorea. India, Ísrael, Pakistan og Norðurkorea eru ikki við í NPT-traktatini.

Ráðstevnan, sum í dag fór av bakkastokki, endar tann 26. august.

Kelda: Danmarks Radio

Leys Størv