Ferðsluóhapp í Vágatunlinum

DAGFØRT: Løgreglan valdi at stongja Vágatunnilin, tá eitt ferðsluóhapp hendi seinnapartin. - Ein bilur rendi upp í reyvina á tí, sum koyrdi frammanfyri, og tað hevði við sær, at ein "airbag" blástist upp, og tí valdu vit at stongja tunnilin, so vit fingu arbeitt í friði, sigur vakthavandi

Sveinur Tróndarson
28. juni 2022 kl. 14:58

Eitt ferðsluóhapp var í Vágatunlinum seinnapartin.

Stutt eftir, at ferðsluóhappið var hent visti løgreglan í Havn ikki so øgiliga nógv meira at siga enn tað, og at mann hevði valt at stongja tunnilin fyri ferðslu.

Tó hevði mann ábendingar um, at talan var um eitt lítið ferðsluóhapp, og nú tunnilin er væl og virðiliga opin aftur, váttar løgreglan í Havn, at talan tíbetur var um eitt lítið ferðsluóhapp, har ein bilur rendi upp í reyvina á tí sum koyrdi frammanfyri.

Tað ljóðaði ógvusligt, tí bæði sjúkrabilar og sløkkiliðsbilar vóru ýlandi og blunkandi úr Havn, men tíbetur var tað ikki so ógvusligt, tá avtornaði.

Kortini valdi løgreglan at stongja tunnilin:

- Ja, tað gjørdu vit, men tað er vanlig prosedura í samband við ferðsluóhapp í tunlunum. Tá ein airbag blásist upp kann bilurin ikki koyra, so hann skuldu vit hava av vegnum, og fyri at skapa arbeiðsfrið og -rúm stongdu vit tunnilin til vit høvdu ruddað vegin, sigur vakthavandi á støðini í Havn.