Vakthavandi: Fólk ringja enn inn

Vakthavandi hjá løgregluni sigur í samrøðu við Kringvarpið, at fólk ringja enn inn og boða frá skaðum av illveðrinum

Alarmsentralurin í Havn (Mynd: Savnsmynd/Jens Kristian Vang)
Sigurjón Einarsson
8. februar 2023 kl. 11:20

Tað hevur verið sera illsligt í veðrinum í gjárkvøldið, í nátt og í morgun.

Tina Jacobsen, vakthavandi leiðari hjá løgregluni, segði við Kringvarpið klokkan 09, at tað tá enn vóru fólk, ið ringdu inn og boðaðu frá skaðum, sum illveðrið hevur verið atvoldin til.

Í morgun fekk alarmsentralurin eina fráboðan, at tað var eldur í einum hjalli í Kollfjarðardali, men at eingin mansskaði stóðst av hesum.

Beint fyri klokkan 09 vóru 150 fráboðanir komnar inn síðan klokkan 17 í gjár, har tær flestu snúðu seg um leysar takplátur, vindeygu, sum vóru farin inn og so trampolinir, sum eru farnar í vindinum.

Í Leirvík hevur verið sera illsligt í gjárkvøldið og í nátt, og umleið 30 fráboðanir eru komnar úr Leirvík fram til klokkan 09 í morgun. Húsatekjur og klædningar hava fingið skaða í nógva vindinum, og sløkkiliðið í Eysturkommunu hevur havt úr at gera at koma til hjálpar og somuleiðis tryggja, at einki leyst tilfar skuldi gera meira skaða.

Um veðrið verður sagt, at hann minkar vindin nú fyrrapartin til frískan upp í hvassan vind av útsynningi-vestri, 10 til 15 m/s. At byrja við, so verður tað samdrigið og regn, seinni vátakavi og tað verður kaldari, millum frostmarkið og fimm stig.

Seinnapartin og í kvøld, strúkur í vindi upp í skrið áleið vestan, 13 til 18 m/s.

Í nátt upp í storm, 23 m/s. Skiftandi skýloft og nógvir vátakava- ella kavaælingar, í støðum heglingur. Fyrrapartin í morgin, strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi, 13 til 18 m/s, skiftandi skýloft við kavaælingum og hitin millum frostmarkið og fýra stig.