Valkíria hevur fingið eitt nýtt arbeiði

Dreymurin um eitt gott lív í Føroyum gjørdist ein marra, tá Valkíria gjørdist arbeiðsleys stutta tíð eftir, at hon var komin til Føroya. Nú hevur hon fingið eitt nýtt arbeiði

Á myndini síggjast f.v. Claus Rasmussen, stovnsleiðari, Valkíria Lucia Dos Santos og Laila Rólantsson
Redaktiónin
28. mars 2023 kl. 14:59

- Eg sá Valkíriu í Degi og Viku og hugsaði beinaveg, at tað hevði verið deiligt, um eg kundi hjálp henni. Søgan var øgiliga syrgilig, og eg fór at leita eftir henni á Facebook og skrivaði til hana at fregnast um áhuga fyri einum arbeiði, sigur Laila Rólantsson, sum er umboð fyri starvsfólkini í Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini í Havn.

Claus Rasmussen, leiðari á stovninum, tók undir við hesum og bað Lailu bara fara í gongd og orðna tað, sum skuldi orðnast, tí í Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini høvdu tey tosað um at fáa fatur á eini køkshjálp, sum eisini kundi rætta eina hond sum hjálparfólk.

Nakað av tíð mátti til, áðrenn øll loyvi vóru komin upp á pláss, áðrenn Valkíria kundi byrja í frítíðarskúlanum.

Valkiria sjálv er ovurfegin og takkar fyri alla hjálpina, henni hevur verið veittur.

Brasiliansku Valkiria Lucia úr Sao Paulo kom til Føroya at arbeiða í juli 2022. Við Fast-track-skipanini gekk skjótt og væl at koma til Føroya, fáa bústað og at koma í arbeiði.

Hon hevði fingið eitt uppihalds- og arbeiðsloyvið í Føroyum fyri eitt ár, og tí roknaði hon við, at hon í minsta lagið fór at arbeiða her í eitt ár, men so varð ikki. Tí hóast hon hevði sáttmála, so varð hon saman við fleiri øðrum uppsøgd í ótíð.

Hini fingu onnur arbeiði í fyritøkuni, men hon stóð á berajólum og kom øgiliga illa fyri. Í Degi & Viku í januar í ár minti hon á, at útlendingar, sum koma higar, eisini hava kenslur og eru ikki robottar, men eiga at vera viðfarnir við virðing. Tey koma her við stórum dreymum, og tá støðan kann broytast á henda hátt, so kann dreymurin gerast ein marra.

Men nú er dreymurin um eitt gott lív í Føroyum birtur aftur, nú Valkíria Lucia er byrjað at arbeiða í frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini í Havn.