Vár Honnudóttir í starv hjá Fólkaheilsuráðnum

Vár Honnudóttir er ikki ókend í Fólkaheilsuráðnum, har hon hevur starvast tvær ferðir áður. Hesaferð skal Vár Honnudóttir vera við til at fyrireika eina nýggja "Hvussu hevur tú tað" kanning

Vár Honnudóttir. Mynd: Fólkaheilsuráðið
Steinar Patursson
29. apríl 2022 kl. 14:30

1. Mei í ár byrjar Vár Honnudóttir í tíðaravmarkaðum starvi sum verkætlanarfólk hjá Fólkaheilsuráðnum.

Vár Honnudóttir er kanditatur í Fólkaheilsufrøði og hevur hollar royndir við hagfrøðiligum greiningararbeiði. 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Vár Honnudóttir verður at síggja í Fólkaheilsuráðnum, tí tvær ferðir áður hevur hon starvast í Fólkaheilsuráðnum, millum annað í sambandi við stóru “Hvussu hevur tú tað” kanningina.

Høvuðsuppgávan hjá Vár Honnudóttir hesaferð verður at fyrireika fólkaheilsukanningina “Hvussu hevur tú tað?”, sum verður framd aftur í februar 2023. Umframt at fyrireika kanningina, sum verður gjørd komandi ár, kemur Vár Honnudóttir at arbeiða við øðrum kanningum, millum annað eini kanning av ungum í Føroyum. Hon kemur eisini at samskifta við føroyskar og útlendskar granskarar og granskingarstovnar, sum Fólkaheilsuráðið samstarvar við.  

- Kanningarnar- og greiningararbeiðið gevur Fólkaheilsuráðnum gott grundarlag at raðfesta og leggja arbeiðið hjá ráðnum til rættis, sigur Fólkaheilsuráðið.