Váttað: Jóannes Bjartalíð til Frederikstad

Jóannes Bjartalíð hevur skrivað sáttmála við Frederikstad, ið er galdandi til og við 2025

(Mynd: fredrikstadfk.no)
Sigurjón Einarsson
23. november 2022 kl. 11:21

Jóannes Bjartalíð fylgir Mikkjali Thomassen og fer til Frederikstad í Norra.

Tað kunngerð Frederikstad á heimasíðu sínari.

Sáttmálin er galdandi til og við 2025.

– Eg eri ótrúliga glaður og errin yvir at hava skrivað undir við FFK (Frederikstad, red.). Tað er ein dreymur fyri meg at koma higar, og eg eri sera spentur upp á at byrja eitt nýtt kapittul her í Frederikstad, greiðir Jóannes Bjartalíð frá við heimasíðuna hjá felagnum.

Felagið sigur eisini, at tað hevur fylgt væl við unga klaksvíkinginum – eisini áðrenn Mikkjal Thomassen kom til felagið. Ítróttarstjórin í felagnum, Joachim Heier, sigur, at felagið hevur fylgt Jóannesi síðan 2019.

– Bjartalíð er ein spælari við eldhuga, orku og stríðshuga. Hann gevur felagnum meira renniorku, hevur styrki í sínum álopsspæli og ein vinstra fót við krúti í. Hann hevur ein spælistíl, sum eg haldi Frederikstad-viðhaldsfólk fara at seta prís upp á, sigur ítróttarstjórin millum annað um Jóannes Bjartalíð.

Felagið skrivar, at Jóannes Bjartalíð kemur til felagið fyrst í nýggja árinum, og er við, tá fyrsta venjingin verður tann 4. januar.

Jóannes Bjartalíð skoraði í alt 120 mál fyri KÍ í 250 dystum.