Váttað: USA sendur 31 stríðsvognar til Ukraina

Joe Biden leggur á tíðindafundin í kvøld dent á, at Russland ikki skal síggja tað sum eina “áleypandi hóttan”, at USA nú sendur 31 M1- Abrams yvir atlantshavið.

Ragnar Sjúrðarson
25. januar 2023 kl. 20:38

-    Í allari hesi tíðini við hesum ræðuliga krígnum hevur amerikanska fólkið sýnt ukrainum sterkan stuðul, sigur joe Biden.

Amerika byrjar skjótast gjørligt, at upplæra ukrainskar hermenn til at brúka teir 31 Abrams stríðsvognarnar.

-    Stríðsvognar eru torførir at brúka og viðlíkahalda. Tí fær Ukraina eykalutir og útgerð til at halda stríðsvognarnar koyrandi á vígvøllinum, sigur amerikanski forsetin.

Joe Biden leggur dent á, at Russland ikki skal síggja avgerðina sum eina “áleypandi hóttan”, at USA nú sendur 31 stríðsvognar av slagnum M1-Abrams til Ukraina.

-    Um russisku hermennirnir fara aftur til Russland, so varð kríggið liðugt í dag, sigur Joe Biden.

Joe Biden váttar eisini á tíðindafundinum, at hann í morgun hevur verið á fundi við leiðarunum í Stórabretlandi, Fraklandi, Týsklandi og Italia.