Forsøgn galdandi til mikumorgunin
Lítið lot sunnan ella av landsynningi, minni enn 5 m/s, skýggjað og okkurt ælið turt, í støðum hálvskýggjað og sólglottar. Tá líður á seinnapartin gongur hann upp í vestan. Í kvøld og í nátt smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 8 til 13 stig.
Mikudagin
Lítið lot vestan ella av útsynningi, minni enn 6 m/s, smá- ella hálvskýggjað og kanska okkurt ælið í støðum. Hitin 8 til 12 stig.
Hósdagin
Lítið lot av av útsynningi, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Um kvøldið og náttina lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, tað dregur á luftina sum frá líður samdrigið og regn. Hitin 9 til 13 stig.
Fríggjadagin
Lot lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Út á fyrrapartin slítur í. Seinnapartin minkar vindurin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, klárt ella smáskýggjað við sól ella sólglottum og turt. Um kvøldið gongur hann upp í útnyrðing og veksur vindin upp í frískt lot til frískan vind, ádrigið og yvirhøvur turt. Hitin 8 til 11 stig.
Leygardagin
Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Um náttina minkar vindurin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Hitin 7 til 11 stig.
Sunnudagin
Lot til frískt lot av útnyrðingi og norði, 3 til 8 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin 7 til 11 stig.