Vel títt landslið

Adama Traore stendur fyri einum truplum vali. Bæði Spania og Mali ynskja kvika Wolves-leikaran á sítt landslið

Sigurjón Einarsson
3. oktober 2020 kl. 09:33

Bæði Spania og Mali togtogast um at fáa Adama Traore til at umboða seg. Mali ynskir kvika vongspælaran at vera partur av teirra hópi í vinardystunum móti Ghana 9. oktober og móti Iran fýra dagar seinni.

Hinvegin hevur landsliðsvenjarin hjá Spania, Luis Enrique, eisini givið Traore landsliðsboð, at vera partur av bruttohópinum, ið skal møta Portugal í vinardysti, og síðani tveir Nations League-dystir móti ávikavist Sveis og Ukraina.

Traore fekk fyrstu ferð landsliðsboð at umboða Spania afturi í november í fjør, men var tá skaddur. Í august í ár vóru aftur boð eftir honum frá spanska landsliðsvenjararnum, men tá hevði hann fingið staðfest korona og var so heldur ikki við tá.

Traore, ið hevur umboðað Spania við ungdómslandsliðunum, verður nú noyddur til at velja, hvat landslið hann ynskir at umboða.

Í samrøðu við BBC afturi í januar, segði kviki vongurin, at tað var smikrandi at hava hendan møguleikan, men kom tá ikki inn á, hvørjum hann ynskti at spæla fyri.

- Eg ynski at arbeiða hart fyri liðið, (Wolves, red.) og hetta hevur nú givið mær møguleikan at umboða tvey lond, og tað frøir meg. Eg eri takksamur fyri at kunna umboða tvey landslið. Spania, har eg eri føddur og Mali, har mínar røtur koma frá, segði hann við BBC tá.

Kelda: BBC