Ongi úrslit

Veljarakanning: Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin klára seg best

Allir flokkar fáa umboðan, men Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin eru greitt størstir flokkar, og Sambandsflokkurin og Tjóðveldi standa á jøvnum. Tað vísir nýggj veljarakanning á dimma.fo

Dimmalætting
Í gjár kl. 22:06

Við øllum teimum fyrivarnunum niðast á síðuni vísir nýggja veljarakanningin á dimma.fo, at Fólkaflokkurin veruliga hevur fótað sær eftir kreppuna í flokkinum herfyri, og at Javnaðarflokkurin eisini hevur stóra framgongd.

Fólkaflokkurin, sum higartil hevur staðið seg heilt illa í veljarakanningunum, fær í kanningini á dimma.fo 25,89 prosent av atkvøðunum, og gevur hetta flokkinum ikki færri enn níggju tingfólk.

Javnaðarflokkurin er størsti flokkur við 29,03 prosentum av atkvøðunum og 10 tingfólkum.

Allir tríggir smáu flokkarnir røkka upp um tinggáttina, Sjálvstýri og Miðflokkurin við hvør sínum tinglimi, og Framsókn fær tveir.

Í mun til undanfarnu veljarakanningar, gongur Sambandsflokkurin nógv aftur og fær bara fimm tinglimir, har hann áður hevur fingið bæði seks og sjey.

Tjóðveldi fær sambært kanningini 16,62 prosent av atkvøðunum, ið røkkur til fimm tingsessir.

Í atkvøðubýti er kanningin sera lík Spyr kanningini, ið varð gjørd fyri Portal.fo í gjár, men tó er tingmannabýtið eitt sindur annarleiðis.

Kanningin er gjørd á dimma.fo frá fríggjadegnum og til middag í dag, tá dáturnar vórðu tiknar niður. 4.350 respondentar vóru til kanningina.

 

Vit harmast misskiljingarnar

Veljarakanningin í Dimmalætting hevur ongantíð verið ætlað sum ein roynd at manna tingið – tað verða bara samantald tøl fyri flokkarnar, sum verða almannakunngjørd. Tað hevur verið ov ógreitt, at talan var um lýsingartilfar, og tað hevur eisini elvt til misskiljingar

Veljarakanningin, sum vit hava havt á dimma.fo síðan fríggjadagin, hevur elvt til ikki sørt av øsing ímillum fólk, kanska serliga ímillum tey aktivu í politisku skipanini. Orsøkin til øsingina hevur serliga snúð seg um, at tað skuldi bera til at atkvøða fleiri ferðir, og at dimma.fo fór at koma við einum boði upp á persónssamansetingina í Løgtinginum eftir valið, áðrenn valið hevði verið.

Vit harmast um øsingina og ásanna, at vit sjálv hava verið alt ov vánalig at greitt frá henni.

Fyri tað fyrsta er tað ikki rætt, at tað ber til at atkvøða fleiri ferðir upp í slag. Hesum hava vit tikið hædd fyri í innsavningini av dátunum. Tað ber heldur ikki til, sjálvt um tað sær soleiðis út, um tú fert inn á ein annan kaga og atkvøður av nýggjum upp í slag.

Fyri tað næsta er tað heldur ikki rætt, at vit ætla at manna tingið áðrenn valið, og tað hevur heldur ongantíð verið ætlanin. Men vit skilja, at lesararnir kunnu hava fingið ta fatan, tí í veljarakanningini skal trýstast á navngivin valevni.

Talan er um eitt lýsaraátak, har flokkarnir/valevni hava havt møguleikan at siga eitt sindur um seg sjálv og síni hjartamál. Tí er kanningin sett upp við myndum av øllum valevnunum, sum tað so ber til at velja.

Tað verða tó bara samanløgdu úrslitini fyri hvønn flokk, sum verða almannakunngjørd, og tað hevur allatíðina verið ætlanin.

Vit harmast misskiljingarnar, sum vit í stóran mun sjálv eru orsøk til.

Dimmalætting

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00