Verður helst blá stjórn í Svøríki

Blái vongurin endaði við at fáa 176 tingsessir í svenska tjóðartingsvalinum, meðan forsætisráðharrin Magdalena Andersson og reyð-grøni vongurin fingu 173. Nú fer formaðurin í Moderaterna til samráðingar

Formaður í Moderaterna, Ulf Kristersson. Mynd: EPA-EFE
Helgi Hoydal
14. september 2022 kl. 23:02

Nógv hava bíða spent eftir endaliga útslitinum, tí tað síðan mánadagin var greitt at allar atkvøðurnar máttu teljast áðrenn ein vinnari varð kosin.

Mikukvøldið viðgekk Magdalena Andersson at blái vongurin vann valið. Andersson hevur verið forsætisráðharri í minni enn eitt ár. Flokkurin hjá henni, Socialdemokraterna, hava skipa minnilutasamgongu seinasta ári sum einsamallur flokkur.

Orsøkin til at sviar vóru noyddir at bíða tríggjar dagar eftir úrslitinum, er orsakað av at bíðað verður eftir brævatkvøðum. Brævatkvøðurnar sum koma áðrenn mikudagin eftir valið sunnudagin verða taldar við.

Úrslitið:

Blái vongurin - 176 sessir:

-          Sverigedemokraterna - 73 sessir (20,6 prosent).

-          Moderaterna - 68 sessir (19,1 prosent).

-          Kristdemokraterna - 19 sessir (5,3 prosent).

-          Liberalerna - 16 sessir (4,6 prosent).

Reyð-grøni vongurin - 173 sessir:

-          Socialdemokraterna - 107 sessir (30,4 prosent).

-          Centerpartiet - 24 sessir (6,7 prosent).

-          Vänsterpartiet - 24 sessir (6,7 prosent).

-          Miljöpartiet - 18 sessir (5,1 prosent).

Ulf Kristersson verður helst forsætisráðharri

Sambært Danmarks Radio, er formaður í Moderaterna, Ulf Kristersson, farin í samráðingar við teir bláu flokkarnar. Um flokkurin hjá Kristersson skipar samgongu verður tað saman við millum annað Sverigedemokraterna, sum gjørdu eitt søguliga gott val hesa ferð.

Um tað verður skipað meirilutasamgonga verður tað mest sannlíkt við øllum fýra flokkunum á høgra vonginum.

Hóast Sverigedemokraterna gjørdist størsti flokkur á borgarliga vonginum, er tað ikki formaðurin Jimmie Åkesson sum er favorittur til at gerðast forsætisráðharri. Tað er millum annað tí at nógvir flokkar hava sagt, at tey ikki vilja samstarva við Sverigedemokraterna orsakað av teirra hugsjón um tilflytarar. Av tí er tað óvist í hvønn mun Åkesson og flokkur hansara fáa ávirkan í Ríkisdegnum.

Sverigedemokraterna vinna útjaðaran

Prísurin á streymi, olju og ein herd revsilóg hevur havt stóra ávirkan á tað góða valið hjá Sverigedemokraterna. Tað metir professari í búskaparfrøði, Charlotta Mellander. Serliga í bygdum í norðanfyri í Svøríki, velja nógv flokkarnir til høgru. Millum annað Sverigedemokraterna.

- Tey sum búgva í útjaðaranum seta liviumstøður hægri enn aðrastaðni, og á tí økinum hava Sverigedemokraterna klára at tosa væl til veljaran, sigur hon við Aftonbladet.

Í stóru býunum vinna reyð-grønu flokkarnir framvegis. Socialdemokraterna fáa millum annað 29 prosent av øllum atkvøðunum í høvuðsstaðnum Stokkholm, og í Gøteborg og Malmø eru flokkurin eisini størstur.