Verjugreinari: Radari í Føroyum skal loka eitt hol í eftirlitinum hjá Nato

KJAK: Við einum radara á Sornfelli, hevði verið møguligt hjá donsku verjuni at sæð fremmand flogfør við størri fjarstøðu enn í dag. Eisini hevði ein radari hjálpt Vaktar- og Bjargingartænastuni at havt betri eftirlit við føroyskum sjóøki

Sigurjón Einarsson
15. januar 2021 kl. 12:45

Uttanríkisnevndin hjá Fólkatinginum hevði eitt samráð tann 10. desember 2020, har evnið var trygdarstøðan í Norðuratlandshavi – eitt samráð, sum millum annað handlaði um staðsetingina av einum eftirlitsradara her í Føroyum.

Uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, og verjumálaráðharrin, Trine Bramsen, bæði úr sosialdemokratiska flokkinum luttóku í samráðnum, umframt teir báðir føroysku fólkatingslimirnir, kann hoyrast og síggjast her.

Her kom millum annað politiski ivin fram, hvat ein radari kann brúkast til, og hvørjar avleiðingar tað kann hava. Tað hevur Hans Peter Michelsen, verjugreinari fyri Forsvarsanalyse.dk nakrar meiningar um. Tær verða lýstar her.

Hví ein radara í Føroyum?

Undir kalda krígnum hevði danska verjan eina Nato-radarstøð á Sornfelli.

Radarstøðin var partur av bretsku lofteftirlitinum, ið hevði eftirlit við loftrúminum millum lofteftirlitinum í landsynningspartinum av Íslandi, Útsynningsnoreg og Hetlandi. Men tá radarstøðin varð niðurløgd í 2007, hevur eitt “hol” verið í hesum eftirlitinum, sum russisk flogfør í dag kunnu gera sær dælt av og treingja seg inn í Nato-øki, uttan at nakar varnast hetta.   

Hvat kann ein radari?

Ein langtberandi ávaringarradari kann – treytað av støddini – síggja flogfør við einum avstandi á umleið 450 kilometrar. Tað svarar umleið til avstandin millum Føroyar og suðurstrondina av Íslandi. Men av tí at jørðin er rund, so kunnu flogfør bert síggjast yvir eina hædd á umleið 7-8 kilometrar – tað er vanliga hæddin, sum ferðafólkaflogfør vanliga flúgva yvir Atlantshavið.

Tí fer tað altíð at vera trupulleikar við at varnast flogfør í lægri hæddum langt burturi frá einum radara, og tí kann ein lofteftirlitsradari heldur ikki brúkast til at halda eyga við skipsferðslu.

Men ein lofteftirlitsradari á Sornfelli kundi – vegna tí hædd, radarin kann staðsetast – varnast flogfør niður á eina hædd á umleið 500 metrar við einum radius á umleið 200 kilometrar.

Flogfør, sum ynskja at flúgva inn í eitt øki ósædd, skal tí flúgva lágt millum Føroyar og Ísland – og tað vildi økt um brúki av brennievni og harvið minkar tað virkisøki á flogfarinum.

Hvat við skipaferðslu?

Í samráðnum kom Edmund Joensen inn á ynskið at nýta ein radara til sivil endamál sum eitt nú ólógligan fiskiskap, oljulekar og eisini aðrar vanlukkur.

Her er ikki nokk við einum lofteftirlitsradara . Men tað er eisini ein møguleiki fyri at seta ein ella fleiri sjóeftirlitsradarar upp, sum kundu havt eftirlit við skipaferðslu tætt við Føroyar.

Ein tílíkur radari vildi – var hann staðfestur 25 metrar yvir havinum – havt ein radarsjónarring á umleið 25-30 kilometrar.

Verður hann settur upp á Sornfelli – saman við einum lofteftirlitsradara  – so vildi radarsjónarringurin verið upp til umleið 100 kilometrar.

Ein radari kann ikki standa einsamallur

Ein radari kann varnast lutir, sum til dømis flogfør og skip, men kann ikki eyðmerkja hesi. Tá tað kemur til fiskieftirlit hevði tað so verið neyðugt, at hava eitt størri kervi av til dømis skipum og/ella flogførum, ið beinleiðis kann eygleiða, um eitt fiskiskip til dømis fiskar ólógliga ella finna oljulekar.

Landsstýrið hevur sjóverju, sum eru tvey skip og tvær bjargingartyrlur. Harumframt er danska sjóverjan til staðar og danska flogvápni ger javnan fiskivinnueftirlit við sínum CL-604 Challenger-flogfari ávegis til og frá Grønlandi. Men tað hevði verið gagnligari, um Vaktar- og Bjargingartænastan sjálv kundi havt eitt minni flogfar at ráða yvir – eins og hjá íslendsku bjargingartænastuni.

Trygdarpolitiskar avleiðingar?

Nakrir fólkatingslimir óttaðust fyri, at við at seta radarar upp í Føroyum kundi fatast sum at militarisera Føroyar. Hendan óttan, haldi eg, er ógrundaður, við tað at eitt lofteftirlit yvir eitt danskt yvirvaldsøki er ein grundleggjandi partur av einari tjóðarverju.

Hetta verður neyvan fatað sum ein militariseran. Ísland hevur fýra langtrøkkandi ávaringarradarar, sum hevur eftirlit við loftrúmið kring alt Ísland, ið er partur av íslendsku bjargingartænastuni. Á sama hátt kundi føroyska bjargingartænastan havt ábyrgdina av einum ella fleiri radarum í Føroyum.

Niðurstøða

Ein langtrøkkandi ávaringarradari í Føroyum átti at verið staðsettur á Sornfelli – eins og undir kalda krígnum. Infrakervið er til staðar, og staðsetingin hevði givið eitt einastandandi yvirlit yvir loftrúmið kring Føroyar. Harvið hevði einki “hol” verið – sum tað er nú – í flogeftirlitinum hjá Nato millum Ísland, Noreg og Stórabretland.

Eitt føroyskt ynski um økt eftirlit av føroyskum sjóøki hevði eisini partvíst verið loystur við at sett ein ella fleiri sjóeftirlitsradarar upp. Um so er, at tað er tekniskt møguligt at seta ein sjóeftirlitsradara upp nær við ein lofteftirlitsradara á Sornfelli, so hevði verið møguligt at havt eftirlit við havinum kring Føroyar út til ein avstand á umleið 100 kilometrar.

Men skal fiskiveiðueftirlitið kring Føroyar styrkjast, so átti heldur at verið kannað, um Vaktar- og Bjargingartænastan kundi fingið eitt minni propellflogfar, sum kundi tikið sær av fiskivinnueftirlitinum. Eitt tílíkt flogfar hevði eisini verið vælegnað til at havt eftirlit við eitt nú oljudálkan.

Kelda: Forsvarsanalyse.dk