Vestmannavegurin er stongdur

Vegna sera ring koyrilíkindi er ikki koyrandi eftir Vestmannavegnum í løtuni

Ragnar Sjúrðarson
14. mars 2023 kl. 13:51

Vestmannavegurin er í løtuni stongdur. Tað boðar Føroya Politi frá á Facebook.

- Av tí, at tað eru sera ring koyrilíkindi og fleiri bilar standa fastir, er Vestmannavegurin er stongdur í løtuni, skrivar løgreglan á Facebook.

Løgreglan boðar frá tá vegurin aftur er opin.