Við Tilhaldinum í Havn vesturi í Vágum

Nú eru longu nógv ár síðan eg gavst at arbeiða í almennum starvi. Vit eru so heppin at búgva í miðbýnum í Havn, og oftast legði eg fyrstu árini leiðina oman eftir ovara partinum á Tórsgøtu, tá ið eg leitaði longur oman í býin. Men tað legði eg skjótt av og fór heldur oman eftir Niels Finsens gøtu

Pauli Nielsen
15. juni 2022 kl. 07:50

Orsøkin var tann, at til høgru handar vóru eini valahús, fyrrverandi banki og tekniskur skúli, men nú vórðu tey nýtt til tilhald hjá gomlum fólki, sum ikki vistu sær annað at taka sær til, enn at leita upp onnur gomul fólk at stytta sær stundir saman við.

Tað helt eg tá…

Og tað svitaðist næstan ikki. Uttanfyri stóð næstan altíð onkur maður og dyrgdi eftir makkara til sjavs – tveymans, trímans ella fýramans, alt kundi brúkast, og helt eg meg ikki vera nóg stinnan í kortsspæli, so gjørdi tað einki, tað kundi eg læra. Hetta var kortini bara dagdvølja.

Men eg bar meg altíð undan. Skuldi okkurt annað. Hevði ikki stundir. Men sannleikin var, at mær dámdi einki hetta húsið. Tað gav mær eina ágangandi kenslu av, at fór eg fyrst inn hagar, so byrjaði niðurteljingin av álvara. Hevði ongan hug at gera meg eldri enn eg var.

Minnist eisini, at eg onkuntíð kom at siga Ellisheimið í staðin fyri Tilhaldið, tá ið onkur av mínum næstu birti uppundir, at eg leitaði upp onnur, sum vóru í somu støðu sum eg.

Ein dagin herfyri segði konan við meg, at hon hevði teknað okkum bæði til eina útferð vestur í Vágar við Tilhaldinum. Hon visti ikki, um vit sluppu við, tí vit vóru á bíðilista, so stórur var áhugin fyri ferðini.

Men við sluppu vit, og takk fái hon fyri, at hon fekk meg avstað aftur á gamlar, væl kendar leiðir, sum vóru mítt umhvørvi barna og unglingaárini.

Vit fóru við tveimum fullsettum bussum og steðgaðu við kirkjuna í Sandavági, áðrenn leiðin gekk til Hiddenfjord í Sørvági.

Kirkjan í Sandavági
Tey, sum vilja vita meira um kirkjuna í Sandavági, fáa so at siga alt, sum vert er at vita, í frálíku bókini: Yngru hválvkirkjurnar, sum J. P. Gregoriussen gav út á forlagnum Støplum í 1998.

Heini Petersen, systkinabarnið, sum hevur verið deknur í kirkjuni í eitt mannaminni – hann tók við eftir pápa mín, sum tók við eftir pápa sín – hevur skrivað greinina, og eg sigi bara, at har er væl frágingið.

Henda dagin tóku kirkjutænararnir Lillian og Edvard ímóti okkum og greiddu væl frá. Men har var eisini onnur móttøka. Nýggja ættarliðið, pinkubørnini, var inni í kóri til sálmasang, so ikki kann sigast annað, enn at væl verður sett við.

Eg settist í triðinnasta stólin mannfólkamegin, har eg sat flestu sunnudagarnar øll barnaárini – okkara stól, og onkrar søgur runnu fram fyri meg. Ein var, at abbi, sum umframt mangt annað enn at vera deknur, eisini var grindaformaður, ein dagin sat í fullsettari kirkju. Ein danskur prestur, sum hevði verið í Afrika og kristnað heidningarnar, sum sagt var tá í tíðini, stóð á prædikastólinum, tá ið grindaboð hoyrdust uttanfyri.

Menn byrjaðu at smoyggja sær stillisliga út um dyrnar, og skjótt tømdist kirkjan, meðan abbi sat ófriðarligur í deknastólinum og danski presturin næstan ikki fekk orðið upp á prædikastólinum. Hvat mundi hann hava sagt? Og tað gjørdi ikki betri, at abbi umsíðir knappliga reistist av beinkinum og stutt og greitt segði: “Nu går jeg også”, og so fór hann við ferð út eftir kirkjugólvinum.

Ein onnur var, tá ið kirkjan varð bygd. Magnus á Kamarinum í Havn teknaði kirkjuna og stóð fyri arbeiðinum. Ein teirra, sum var við at smíða, var hegnismaðurin Efraim. Teir smíðaðu tað síðsta uttan á torninum, høvdu skorið alt til frammanundan, men nú vísir seg, at eitt bretti restar í. Magnus biður hann tá fara niður at saga hesa endafjølina. Eftaim kemur uppaftur, og nú vísir seg, at hann hevur vent fjølini øvugt. “Ert tú blivin býttur,” hvesti Magnus, og tá skuldi Efrain svara: “Nei, býttur eri eg ikki, men kanska farið er at bila við forstandinum”.

 

Óli Hansen væl ímóti okkum
Á Hiddenfjord á keiini í Sørvági tók Óli Hansen væl ímóti. Hann segði fyri okkum, at hann hevði ábygd av framleiðslu, sølu og útflutningi, og at hann hevði starvast á Hiddenfjord í 22 ár.

Atli Gregersen er stjóri og eigur felagið saman við bróðrinum Regini Gregersen, sum er umsitingarleiðari ella fíggjarstjóri.

Felagið hevur sín uppruna í einum næstan aldargomlum fiskavirki í Gøtu, og tað felagið er virkið enn. Tí virkinum stendur triðji bróðurin, Páll Gregersen, fyri.

Á Hiddenfjord stremba tey eftir at ala so burðardygt sum gjørligt og leita alla tíðina eftir, hvussu bøtast kann um árinini av framleiðsluni, tí øll inntriv í náttúruna kosta. Óli greiddi frá, at fyrstu árini snúði umhvørvisatlitið seg mest um at dálka so lítið frá aliringunum sum gjørligt, so alingin kundi halda fram ár eftir ár, men ilt er at sleppa undan dálking á deyðavatni, og tí er alingin so líðandi flutt út á streymasjógv. Tað er sera krevjandi, men neyðugt.

 

Byrjaðir at ala í Vestmannasundi
Her á opnuni er kort, sum vísir, hvar ið Hiddenfjord er virkið. Tað er í Sørvági, Miðvági/Sandavági, í Vestmanna og við Velbastað.

Henda dagin, vit vitjaðu, vóru tey á Hiddenfjord eisini í ferð við at leggja fyrsta ringin suðuri í Bug í Vestmannasundi, eitt sindur sunnanfyri smoltstøðina á Fútakletti, har royndir fara at verða gjørdar at ala laks har harður streymur er, og tað verður gjørt vit at gera streymverju í báðum endunum og í miðjuni á økinum. Teir eru til at taka broddin av harðasta streyminum.

Hetta er stórt royndararbeiði, sum byrjar i løtuni, og vónirnar eru góðar, at fáa hetta at bera til. Hetta økið er eisini sera væl egnað, tí eingin havalda er í sundinum. Hana kenna vit frá hinum aliøkjunum og frá royndunum á Víkunum, sum hava verið nógv umrøddar, segði Óli Hansen.

Eydnast royndirnar væl suðuri í Bug, so fer eisini at bera til norðari í Vestmannasundi, og tað gevur bjartar vónir. Onnur tílík øki eru eisini aðrastaðni innansyndis í Føroyum.

Men eitt er framleiðslan og dálking.

Næstan øll framleiðslan verður seld av landinum, serliga til Evropa og til USA, men nakað fer eisini til Fjareysturs, og flutningurin hevur verið størsti syndarin, tá ið kemur til CO2.

Fyri umleið tveimum árum síðani gjørdi Hiddenfjord av at gevast at senda laks við flogfari og nýta farmaskip í staðin, og nú er framleiðslan og viðgerðin løgd eftir, at flutningurin tekur væl meira tíð. Vit leggja okkum eftir at vera opin og erlig um alla hesa tilgongdina, segði Óli Hansen.

Stutt sagt, so verður laksurin nú tikin og slaktaður á staðnum, og allur fiskurin í ringinum verður tikin. Einki verður sett útaftur fyrr enn tveir mánaðir seinni, so fjørðurin fær tíð at koma fyri seg aftur.

Laksalúsin rakar meint
Sum er er alt ov nógv sjúka og lús, og við viðgerðunum, sum nýttar verða, er fellið alt í verðini ov stórt, segði Óli Hansen. Tá ið ringast hevur staðið til, doyði fimti hvør fiskur.

Herda lúsakunngerðin hevur gjørt mun, men aðalráðini mugu vera, at fiskurin er so stutta tíð í sjónum, sum til ber. Tey gera stór smolt, smolt, sum øll eru meira enn 500 gram, kanska í miðal 700 gram, áðrenn sett verður út.

Og nú er Hiddenfjord eisini farið undir at gera lokaðar eindir í sjónum.

Fyrr høvdu vit smoltið á smoltstøðini í tíggju mánaðir, og so 20 mánaðir í ringunum. Nú er øvut, nú er fiskurin 20 mánaðir á smoltstøðini og tíggju mánaðir í ringunum. Av smoltstøðini fer fiskurin nú fyrst í lokaðu eindirnar, sum liggja uttarlaga í Sørvágsfirði. Har verður hann í tveir mánaðir, til hann vigar 2,5 til trý kilo, og síðan fer hann í opnar ringar í fimm mánaðir, og tá vigar fiskurin umleið 6 kilo.

Hiddenfjord tók umleið 18.000 tons av laksi í fjør, tað er umleið fimtingurin av øllum tikna laksinum í Føroyum.

Onkur spurdi um kópin, og Óli segði, at kópurin er ein stórur trupulleiki. Kóparnir verða spakari og spakari, nú ikki ber til at skjóta teir sum naskast, og einir tveir plaga hvønn morgun at koma ein túr fram við keiini, har Hiddenfjord heldur til. Ilt er at siga, hvussu hetta vandamálið kann loysast.

 

Vandalig tøka
Neyðugt er at fara so vandaliga fram, tá ið laksurin verður tikin, tí sjón gongur fyri søgn, at verður laksurin strongdur undan tøkuni, so verður dygdin verri.

Hiddenfjord hevur tí gjørt sær eina mannagongd, sum fer skynsamliga um. Fiskurin er liðugt pakkaður minni enn tríggjar tímar eftir, at hann er tikin og køldur niður á frostmarkið, ella eitt vet niður um tað. Næstan 40 prosent av laksinum verður skorin til flak. Tað gevur tí nógv arbeiði, og 110 fólk eru knýtt at virkinum.

Umleið 60 prosent av laksinum er endaður í Amerika í ár, og hann verður sendur ferskur við skipi. Høvd og ryggir og fráskurðir verða frystir og seldir til Kina.

Sum heild kann sigast, at laksur, leggur lítið CO2-útlát eftir seg, samanborið við aðrar matvørur, við eitt nú kjøt. Siga vit, at eitt kilo av laksi kostar sjey kilo av CO2 at framleiða, so er tað longu nóg nógv, men neytakjøt kostar nógv meira.

Men so er tað flutningurin.

Skal laksurin flúgvast til Kina, so leggjast 16 kilo av CO2 aftrat, og skuldi laksurin verið flogin til USA, so hevði tað kostað dupult so nógv í CO2-útláti, sum tað kostaði at framleiða laksin, segði Óli Hansen, sum legði aftrat, at tølini vóru frá álitandi keldu.

- Hetta merkti, at sendu vit til dømis 10.000 tons við flogfari, so svaraði tað til 10 prosent av samlaða talinum av CO2-útlátinum í Føroyum í 2019, legði hann afturat.

Skipið fer sunnukvøld av Havnini til Reykjavíkar og so til Portland í Main. Tað tekur níggju dagar, og tað setur sera høg krøv til øll lið í framleiðsluni, fyrst av øllum til reinførið. Í USA fer laksurin so í bilar, sum koyra í allar ættir í USA, eisini yvir til vesturstrondina. Ferðin úr Portlandi til Los Angeles tekur umleið 50 tímar.

Áðrenn laksurin fer av landinum, verður hann reinsaður sera væl, so at so fáar bakteriur eru eftir sum gjørligt, og so verður hann køldur skjótt og væl, so vøran kemur skjótt niður á null stig, ella beint niðurum. Bingjan verður so læst og ikki latin uppaftur, fyrr enn hon stendur hjá móttakaranum.

Higartil hevur hetta eydnast sera væl.

Aftaná fór ein partur av ferðalagnum til Gásadals við bussum, meðan hin parturin fór út um Sund við Jósupi í fagrasta veðri. Har stóð við klettin undir Sørvágsbjørgunum, so til bar at fara inn í helli og inn um drangar. Ein stórsligin uppliving, um myndirnar siga betur, enn eg eri førur fyri at siga í orðum.

 

Grýturættur og føroyskur dansur í Bø
Aftaná fingu vit grýturætt í Pakkhúsinum í Bø og endaðu við at dansa føroyskan dans eina løtu niðanfyri pakkhúsið.

Grýturætturin og kaffi og køkurnar omaná smakkaðu væl, men prikkurin yvir i-ið var at síggja ungu fólkini skipa so leikandi lætt í dansinum aftaná.

Takk fyri, Tilhaldið í Havn.

Hetta var ein ein sera góður dagur, sum smakkar eftir meira.

Havi sett mær fyri, at næstu ferð, eg hætti mær oman eftir Tórsgøtu, fari eg inn at forvitnast.