Video: Altingsformaðurin tók tað heilt róliga

Reykjanes-hálvoyggin varð týsdagin rakt av einum jarðskjálvta, ið hevði eina styrki á 5,6 á richterskalanum. Skjálvtin merktist eisini í Reykjavík, men her sat Altingsformaðurin heilt róligur í sínum formansstóli

Sigurjón Einarsson
21. oktober 2020 kl. 12:05

Jarðskjálvtin hendi klokkan 13:43 lokala tíð. Skjálvtarnir merktust í øllum sunnara-vestara parti av landinum og eisini í Reykjavík, har Altingið heldur til. Her merktist jarðskjálvtin eisini, men meðan røðarin í tinginum slapp sær til rýmingar, so sat Altingsformaðurin, Steingrímur J. Sigfússon, heilt róligur í sínum stóli og bað hinar limirnar í Altinginum um at vera rólig.

Videobrot av hendingini í Altinginum og eisini aðrar upptøkur síggjast niðanfyri, har millum annað forsætisráðharrin, Katrin Jacobsdóttir, var í holt við eina beinleiðs samrøðu við Washington Post, tá jarðskjálvtin rakti. Upptøkurnar eigur íslendska RÚV.

Granskarar hava leingi hildið eyga við økinum, har nógvir smáir skjálvtar hava verið, men tað kemur ikki so ofta fyri, at skjálvtarnir eru so ógvisligir, at teir kunnu merkjast í høvuðsstaðnum.

Episentrið lá í gosfjallsøkinum, Krýsuvík, nær við Kleifarvatn, ið liggur millum amerikansku og evropeisku meginlandspláturnar.

Í ár 2000 varð eisini ógvisligur jarðskjálvti í økinum, ið hevði eina styrki á 6,6.

Íslendska kringvarpið, RÚV, sigur, at jarðfrøðingar hava í seinastuni ávarað um, at íbúgvarnir á Reykjanes-hálvoynni eiga at fyrireika seg til ein stóran jarðskjálvta í nærmastu framtíð.

Hetta kemst av, at tað hevur verið nógvur aktivitetur í undirgrundini á Reykjanesi.